Mítt størsta ynski er at gerast føroyskur lands­liðsvenjari

– Eg havi altíð verið bergtikin av Føroyum, sigur belgiarin Tom Seintfiet, sum byrjaði sína yrkisleið sum fótbóltsvenjari á Sandi. Nú er hann landsliðsvenjari í Yemen – men droymir um føroyska landsliðið

Tom Saintfiet hevur eitt rímiliga langt cv sum fótbóltsvenjari, men tað eru eis­ini rættiliga frálík hagtøl, hann hevur at vísa á.
Og sambært hagtølunum, var B71 fyrsta veruliga venjarastarvið, hann hevði.
– Eg kom til Føroya í 1996 og spældi við KÍ og seinni við TB. Eg gjørdist púra bergtikin av landinum, og sjálvt um eg havi ferðast í ógvuliga nógvum lond­um, meti eg framvegis Føroyar sum eitt av mest hugtakandi londunum, eg havi verði í, sigur Tom Saintfiet.
Hann var venjari í Belgia og í veru­leikanum yngsti venjari nakrantíð í land­inum, tá hann 24 ára gamal varð útbúgvin.
– Í 2001 var eg vorðin 28 ára gamal og hevði hug at leita uttanlands at venja, og tí setti eg meg í samband við nøkur føroysk feløg. Har kom eg í sam­band við Eli Hentze, sum tá var for­mað­ur í B71, og á tann hátt endaði eg á Sandi í 2002, og tað angri eg ikki, sigur Tom Saintfiet.
Hann sigur, at tað var ein góð tíð á Sandi, og at hann framvegis hevur nógv­ar góðar vinir í Føroyum, og at Før­oyar framvegis telist millum mest berg­tak­andi londini.
– Eg havi vitjað eini 22 lond í Afrika, eini 25 lond í Europa og umleið 15 asiat­isk lond, men Føroyar liggja fram­vegis sum nummar eitt saman við Mali, sigur Tom Saintfiet.
Í dag er hann venjari hjá Yemen, sum er eitt arabiskt land við marki til Saudi Arabia og Oman, og í farnu viku luttók landið í Gold Cup, sum er asiat­iska meistaraheitið.

Av Sandi til Yemen
Tom Saintfiet hevur eisini vant fleiri afri­kansk lond, og tað fyrsta var Namibia í 2008.
– Har var eg tvey og eitt hálvt ár, áðr­enn eg fekk starv sum venjari í Zimbabwe, og í fjør varð eg útnevndur sum tekniskur stjóri fyri fótbólt í Nigeria. Men politisku myndugleikarnir nokt­aðu mær arbeiðsloyvi í tveimum um­før­um, og tí mátti eg gevast í tí starv­inum, sigur Tom Saintfiet.
Hann hevur tó drúgvar royndir sum venjari í afrikanskum londum. Men hvussu er so munurin at venja B71 og so venja landsliðið hjá Yemen.
– Tað finnast sjálvandi líkheitir, men í øllum londum, har tú byrjar at venja, mást tú byrja frá grundini av. Men sjálvandi er munur á at venja B71 í bestu føroysku deildini og at vera lands­liðs­venjari. Í síðstu viku leikti móti Frank Rijkard og Saudi Arabia, eg havi leikt móti Carlos Queiros, móti Calderon, sum var á sama liði sum Maradona og móti Luiz Felipe Pereira, sum var landsliðsvenjari hjá Suður­afrika og vann HM við Brasilia. So tað má sigast at vera eitt stig upp eftir, sigur Tom Saintfiet.
Men harfyri metir hann tíðina í B71 sum sera týdningarmikla.
– Eg fekk eina rúgvu av royndum. Eg var 28, 29 ár tá, og eg havi lært eina rúgvu av teimum mistøkum, ið eg gjørdi tá, sigur Tom Saintfiet.

Veldst um venjaran
Belgiski venjarin vísir á ongan hátt aft­ur, at hann ein dag kann venja aftur í Føroyum.
– Tað hevði dámað mær ógvuliga væl. Eg havi sum nevnt framvegis góðar vinir í Føroyum, ikki minst Jóannes Jakobsen, sum nú er hjálparvenjari hjá føroyska landsliðnum, og sum tá var venjari hjá KÍ. Eg kenni eisini væl Odd Færø úr Klaksvík og Eli Hentze, umframt onnur, sum eg javnan havi sam­band við, sigur Tom Saintfiet.
Somuleiðis fylgir hann framvegis væl við føroyskum fótbólti.
– Mín stóri dreymur er at koma aftur til Føroya og venja føroyska lands­liðið. Eg havi nú upparbeitt mær stór­ar royndir sum landsliðsvenjari, og eg havi fingið rættiliga góð úrslit, um eg sjálv­ur skal siga tað. Mær hevði dám­að sera væl at ført Føroyar til góð úrslit. Tað stendur á mínum ynskilista, sigur Tom Saintfiet.
Sagt verður ofta um afrikanskar fót­bólts­leikarar, at teir eru tekniskt sera góðir, men vanta taktiskt snildni, men tað er Tom Saintfiet ikki treytaleyst samd­ur í.
– Eg haldi, at tað í stóran mun eru upp til venjaran. Sjálvur eri eg ein ógvu­liga verjukendur venjari, og har­við heilt mótsatt vanliga afrikanska leik­háttinum. Men tað er rætt, at afri­kanskir leikarar ofta eru ógvuliga góðir tekn­iskt og kropssterkir, sigur Tomn Saintfiet.
Hinvegin eru afrikanskir venjarar sjáldan taktiskt sterkir.
– Men fert tú hagar við góðari tak­tisk­ari vitan og tekur út teir røttu leik­arar­nar, kanst tú saktans spæla taktiskan fótbólt, sigur Tom Saintfiet.

Tilboðini gera av
Hann vísir á, at hann leikti taktiskt við Namibia og við Etiopia.
– Tað havi eg í veruleikanum gjørt alla­staðni, har eg havi verið við eini 4-2-3-1 skipan við sonuverju við góðum úrs­liti, um leikararnir gjørdu, sum eg ynskti. So eg vil ikki siga, at afrikanskir leikarar ikki hava taktiskan sans, sigur Tom Saintfiet.
Spælararnir, sum eru á yemenska landsliðnum, koma teir flestu frá heim­ligu kappingini, men ein spælir í Bahrain og tveir í Irak.
– Men tá eg vandi Namibia arbeiddi eg saman við Colin Benjamin, sum spældi við Hamburger SV, onkur spældi við Werder Bremen, og aðrir við Istanbulspor og Trabzonspor í Turka­landi. So talan er um eina blanding av leikarum úr heimligu kappingini bland­að við spælarum úr nøkrum av stóru feløg­unum í Europa, sigur Tom Saintfiet.
Seinastu mongu árini hevur hann arbeitt sum venjari uttan fyri Europa, so nær ætlar hann at venda nøsini heim aftur.
– Tað veldst alt um tilboðini. Sein­astu árini havi eg havt tilboð úr Europa, men eg má eisini hugsað um fíggjarligu síðuna, tí tað eru pengar í at arbeiða í Asia og Afrika. Og eg eri bert 39 ára gamal enn og má hugsað um framtíðina, men skuldi eitt gott tilboð komi, tað veri seg úr Týsklandi ella Onglandi, ella kanska sum landsliðsvenjari, so má eg umhugsa tað. Eisini, um talan suldi verið um okkurt ambitiøst felag í Malta ella Føroyum, bara eg kann betra um liðið og úrslitini, er tað ein spennandi avbjóðing, sigur Tom Saintfiet.
Sum er fær hann tó fleiri tilboð úr Asia og Afrika í løtuni, tí navn hansara er meira kent har enn í Europa.

Afrika undirmett
Umstøðurnar at venja og spæla fótbólt eru góðar í Yemen.
– Vit hava góðar umstøður við góð­um stadion og góðum skriv­stovu­viður­skiftum og øllum tí, ið hevur við fót­bólt at gera. Hinvegin eru politiska støðan ógreið, og útlendskar ambasadur mæla fólki til at far úr Yemen, orsakað av burturflytingum og politiskum ófriði, sigur Tom Saintfiet.
Yvirhøvur hava umstøðurnar verið góðar, har sum hann hevur verið venj­ari.
– Í Namibia vóru umstøðurnar góð­ar við góðum stadion og góðum venj­ingar­umstøðum, og í Zimbabwe var tað enn betur. Í Ethiopia hinvegin, vóru umstøðurnar ikki á sama høga støði, men sum heild haldi eg, at folk hava hug at undirmeta asiatiskan og afrikanskan fótbólt. Vit mugu skilja, at talan er um eina aðra mentan, og at fólk ikki hava sama stóra áhuga fyri fótbólti, sum í Europa, og tí mugu vit stig fyri stig royna at broyta hugburðin, sigur Tom Saintfiet.
Yemen hevur just tikið lut í Gold Cup, sum er asiatiska meistaraheitið, og sjálvt um liðið tapti allar tríggjar dyst­ir­nar, er stór framgongd at hóma.
– Vit spældu móti Kuwait og taptu 0-2, men eg var sera væl nøgdur við spæl­ið. Síðani møttu vit Saudi Arabia og taptu 0-2, men har plagar liðið at tapa 0-6 og meira, tí landið er ein av stór­makt­unum við Frank Rijkard á odda. Sein­asta dystin taptu vit eisini 0-2 móti Irak, og tað var eg hinvegin ikki so nøgdur við, sigur Tom Saintfiet.

Leiða Føroyar víðari
Hann hevur annars sera góð úrslit at visa á.
– Áðrenn eg kom til Yemen vóru úrs­litini sera góð. Seinastu 10 árini sum venjari havi eg hagtøl sum venj­ari ið siga, at eg havi vunnið 47% av dyst­unum og leikt 31% av dystunum javnt. Tað vil siga, at seinastu 10 árini havi eg bert tapt 22% av dystunum, sigur Tom Saintfiet.
Í fjør vann hann eisini Champions League í Miðeystur Afrika.
– So eg kann illa vera ónøgdur við úrs­litini, tí tey hava verið góð. Og í dag gera vit stór framstig í yemenskum fót­bólti við munandi betraðum úrslitum, sigur Tom Saintfiet.
Hann arbeiðir mest við smáum tjóð­um og hevur megnað at ført fót­bóltin fram á leið.
– Tað er eisini tí, at eg ein dag vón­andi kann gerast landsliðsvenjari hjá Føroyum og byggja og betra um tey úrslit, sum Brian Kerr fekk, og tey úrs­lit, sum føroyska landsliðið eisini fær í dag, sigur Tom Saintfiet.