Tað var ein mótakari til fylgisveinasjónvarp sum var orsøkin til eldur kom í eisini sethús á Stykkinum seinnapartin tann 3. september.
Tað hava tekniskar kanningar nú staðfest.
Men niðurstøðan av kanningini kemur ikki óvart á Michael Gram, politist í Vágum, tí sjónvarpsútgerðin var tað fyrsta, hann fekk illgruna til, tá ið hann kannaði húsið, beint eftir at eldurin var sløktur.
Hann segði longu tá, at tað tað týðiligt, at eldurin var kyknaður við sjónvarpið og tí var øll sjónvarpsútgerðin send til Danmarkar til tekniskar kanningar.
Úrslitið er akkurat afturkomið og niðurstøðan er, at tað var eitt skammlop í tí talgilda móttakaranum til sjónvarpið, sum var orsøkin til eldin.
Politisturin sigur, at maðurin, sum búði í húsinum var til arbeiðis, tá ið eldurin kyknaði.
Og tað var heppið, tí hann er samstundis vísur í, at var hetta hent um náttina, hevði maðurin neyvan sloppið livandi frá tí, tí hóast eldurin var avmarkaður, var roykurin bæði nógvur og eitraður av brendum plasti og tá skal lítið til, áðrenn tað kostar lív.
Vóru ikki sløkt
Tað varð eisini staðfest í kanningunum, at sjónvarpið og móttakarin bara vóru sløkt á fjarstýringini og sostatt stóðu á ”stand by”.
Av tí sama var streymur til tólini.
Michael Gram staðfestir, at læran av hesum má vera, at vit fylgja gomlu ráðunum um, at vit skulu altíð sløkkja sjónvarpsútgerðina á vegginum, so at ongin streymur er til tólini, áðrenn vit fara út og áðrenn vit leggja okkum.