Mátti flúgvast í land av Norrønu

Ein bjargingartyrla mátti í gjár út til Norrønu, sum var stødd 40 sjómíl í ein útnyrðing úr Hetlandi. 

 

Eitt ferðafólk var komið illa fyri umborð, og tí var neyðugt at flyta viðkomandi av skipinum og á sjúkrahús. Shetland Times skrivar, at bjargingartyrla kom úr Hetlandi og flutti hann á sjúkrahús har. Sambært Shetland Times gingu stívliga tveir tímar, frá at tyrlan var boðsend, til hon lendi aftur í Hetlandi við manninum.

 

Av tí sama var Norrøna tveir tímar seinkað til Havnar og fráferðin var tí eisini seinkað tveir tímar.