Mátti gevast at sigla fyri at ansa konuni

– Vit hava einki dagtilboð til fólk undir 67 ár við alzheimer demens í Eysturoynni, og tí var eg noyddur at koyra til Havnar, so at konan skuldi sleppa á dagtilhaldið í Skotarók. Nú búgva vit í kjallaraíbúð á Argjum í vikuni og eru so á Toftum um vikuskiftið, sigur Jens Jacob Olsen, sum fyri einum ári síðani upplivdi, at tann tá 62 ára gamla konan, Randi, fekk staðfest sjúkuna alzheimer demens

Tann nú 63 ára gamla Randi Olsen av Toftum er rakt av alzheimer sjúku. Hon er ein av teimum umleið 18 føroyingunum niðanfyri 67 ár, ið hava fingið hesa herviligu sjúkuna.

Fekk tilboð í Havn

Einki tilboð er til fólk við alzheimer sjúku undir 67 ár í Eysturoynni. Almannaverkið vísti tó til møguleikan at sleppa inn í Tórshavn, tí at har er eitt tilboð.

– Fólkini í Almannaverkinum vóru sera hjálpsom at fylla umsóknir út fyri okkum og annars at hjálpa á annan hátt. Eg fekk eisini at vita, at treytin fór at vera, at vit skuldu sjálvi skipa fart millum Toftir og Havnina hvønn dag. Vit hava søkt at fingið fart at koyra ímillum, men tað varð ikki játtað, sigur Jens Jacob Olsen.

Randi byrjaði í dagtilhaldinum í Skotarók í desember í fjør. Jens Jacob Olsen er sjómaður, og hann mátti gevast í arbeiðinum, so at hann kundi koyra konuna til Havnar. Hann avleverar hana klokkan hálvgum tíggju í Havn, og avheintar hana aftur umleið klokkan hálvgum fýra. Hann plagdi at bíða í Havn til seinnapartin. Hann var ofta hjá dóttrini, ið hevði orlov.

– Tilboðið í Skótarók er fantastiskt. Tey duga so væl við øllum brúkarunum, og Randi dámar sera væl at vera har. Tað keðiliga er bara, at hetta bindir meg so nógv, at eg fái ikki gjørt nakað annað, sigur Jens Jacob.

Fluttu til Havnar
Øll koyringin varð tó ov nógv fyri Jens Jacob og Randi. Í mars fluttu tey til Argir, har tey nú eru mitt í viku, og um vikuskiftið fara tey so aftur inn á Toftir.

– Vit hava átt eina kjallaraíbúð á Argjum, sum vit eru flutt inn í. Báðar døturnar og sonurin hava skiftivís búð í henni, tá ið tey hava lisið ella verið í Havn. Nú var hon tóm, so tað bar til hjá okkum at flyta inn har. Tá ið eg var skurðviðgjørdur fyri mjødnina, var Randi hjá dóttrini í Havn, sigur Jens Jacob.

Hann vísir á, at teimum dámar best at vera á Toftum, men sum umstøðurnar eru, so passar tað betri at vera á Argjum mitt í viku. 

– Vit fara aftur til Toftir fríggjadag seinnapart, tá ið eg avheinti Randi á dagtilhaldinum í Skotarók. Vit plaga at koma aftur til Argir sunnukvøld. Randi skal ofta hava einar tveir tímar um morgunin at gera seg klára, so tá skal ikki vera ov nógvur skundur á. Henni dámar eisini best at møta til tíðina, sigur Jens Jacob.



Gekk leingi at staðfesta sjúkuna

Tey fyrstu teknini til sjúkuna komu fyri umleið fýra árum síðani. Jens Jacob var sjómaður og sigldi sum maskinmaður í Norra, og konan var sjúkrarøktarfrøðingur og arbeiddi á Eysturoyar Røktar- og Ellisheimi. Hon arbeiddi fyri tað mesta sum náttarvakt.

– Tað byrjaði við, at konan gloymdi ymiskt. Hon fór til lækna og hildið var í fyrstuni, at tað var okkurt sálarligt ella møguliga vitaminmangul, sigur Jens Jacob Olsen.

Men tað var ikki tað, sum var galið. Ikki fyrr enn Randi kom á Demensklinikkina til kanningar og varð send niður til Danmarkar til víðari kanningar, vísti tað seg, at talan var um demens. Fyri einum ári síðani, í august 2018, varð endaliga staðfest, at talan var um alzheimer sjúku.

Randi Olsen gavst at arbeiða í apríl 2018. Hon varð sjúkrameldað, og tað endaði við, at hon varð uppsøgd við tí sokallaða 120 daga regluni.

– Vit vóru í Danmark fýra ferðir til kanningar. Talan varð millum annað um blóðroyndir, skanningar og um tað var nakað arvaligt, sigur Jens Jacob Olsen.

Gekk einsamøll úti um náttina

Sum sjómaður var Jens Jacob Olsen seks vikur burtur og var so seks vikur heima. Meðan hann var heima, kláraði hann at taka sær av teimum dagligu tingunum, men truplari var, tá ið hann var burtur.

– Sonurin búði heima, og tað lætti sjálvandi nógv um, at onkur altíð var inni og kundi hava eyga við tí dagliga, sigur Jens Jacob Olsen.
Men einaferð í september 2018, tá ið eingin annar var inni, mundi gingið galið.

– Sonurin var ikki heima. Bæði eg, og báðar døturnar høvdu ringt til Randi um kvøldið, og alt vísti seg at vera í lagi. Klokkan 5 um náttina ringir ein kona á Toftum umborð til mín og sigur, at Randi var komin inn til hennara, tí at har var ljós í vindeyganum. Tá hevði hon gingið runt í bygdini um náttina og fann ikki heim aftur. Tað var tíbetur ikki so kalt ta náttina. Hendan konan var sera hjálpsom og hjálpti henni heimaftur, sigur Jens Jacob Olsen.

Gavst at sigla fyri at passa konuna

Síðani tá hevur Randi Olsen ongantíð sovið einsamøll.

Jens Jacob Olsen kom tá til ta niðurstøðu, at hann mátti koma heim at vera. Í fyrsta umfari skuldi hann tó skurðviðgerðast, tí hann skuldi skifta mjødnina. Onnur mjødnin varð skift í oktober í fjør og hin í mars í ár. Hann var sjúkrameldaður hesa tíðina.

– Eg hevði góða avtala og fekk løn, meðan eg varð sjúkrameldaður. Eg eri tó ongantíð farin við teimum aftur at sigla. Nú má eg vera heima um konuna, sigur Jens Jacob Olsen.

Politikarar ferðast, men ikki ráð at taka sær av teimum sjúku

Jens Jacob Olsen tók upp samband við myndugleikarnar fyri at fáa hjálp til konuna, men tað var eitt stórt og rættiliga fløkjasligt arbeiði at finna út av tí. Hann fann eisini skjótt út av, at hann var komin inn á eitt økið, har hvørki kommunurnar, tað vil siga eldraøkið, ella almannaverkið høvdu nakað serligt tilboð at bjóða.  

– Eg haldi, at tað er nógv fyri, at tá ið vit hava verið skattgjaldarar alt okkara lív; Randi hevur goldið skatt í 49 eitt hálvt ár, og hon hevur ongantíð áður verið sjúkrameldað, og hon hevur livað sunt og hvørki roykt ella drukkið, at tilboð ikki eru til hana og okkum, tá ið sjúka rakar. Eg verði rættiliga argur, tá ið sagt verður, at tað eru ikki pengar til økið, men samstundis hoyra vit, at politikarar ferðast og ferðast uttanlands, og at pengar verða játtaðir til alt møguligt annað. Tað vísir seg altíð at vera pengar at ferðast fyri, men landið hevur nóg illa ráð at taka sær av teimum sjúku. Tað er ikki gott nokk, sigur Jens Jacob Olsen.

Hann vísir eisini á, at skipanin er sera trupult at koma ígjøgnum.

– Eitt er at stríðast við sjúkuna. Men so skulu vit eisini stríðast við almennu skipanina, og útfylla nógv pappír og svara nógvum spurningum – og ofta skulu vit svara somu spurningum umaftur. Vit hava eisini skula havt einar 8-10 læknaváttanir til ymiskt, sigur Jens Jacob Olsen.

Fær ikki ansingarstuðul

Sum sagt er Jens Jacob Olsen givin at arbeiða, hóast hann bara er 64 ára gamal. Konan fær fyritíðarpensjón og eisini verður nakað útgoldið gjøgnum tryggingina. Tað er tó ikki so nógv, sum tað kundi verið, av tí at hon hevur verið í tímaløntum starvi og ikki fastlønt. Tey hava søkt um, at Jens Jacob skuldi fáa ansingarhjálp, men vegna tað, at konan er niðanfyri 67 ár, so fær hann ikki hendan stuðulin.

– Eg havi fingið at vita, at paragrafur 127 í lógini forðar hesum. Hesin paragrafurin sigur, at eldraøkið bara kann veita ansingarstuðul til persónar, ið ansa persónum, ið eru 67 ár og eldri. So eg fái ongan stuðul, sigur Jens Jacob Olsen.

Sum nú er, liva tey av fyritíðarpensjónini, trygging og tí, sum er spart upp.

24 tímar um døgnið

– Tað krevur nógv at vera um ein persón við alzheimer sjúku. Tað er ikki bara eitt arbeiði, nakrar fáar tímar um dagin. Tað er 24 tímar um døgnið. Tað ber als ikki til at vera sjómaður í hesi støðuni. Sum nú er, er trupult hjá mær at hava nakað arbeiði, tí eg havi bara nakrar fáar tímar um dagin, har eg møguliga kundi gjørt okkurt, sigur Jens Jacob Olsen, sum tó kannar, um hann kann fáa okkurt arbeiði nakrar tímar um dagin.
Hann sigur, at børnini hjálpa eisini væl til at vera um mammuna.

– Børnini hava eisini sítt egna, og eg kann ikki lata alt yvir til tey, sigur Jens Jacob.

Sjúkan hjá Randi ger, at tað er truplari at finna út av tingunum í gerandisdegnum. Hon ger ikki nógv við matgerð nú, hon kann hava trupult við at brúka vaskimaskinuna, trupult at finna runt og finna heima aftur, hon gloymir, hvar hon hevur lagt ting, og hvat hon skal gera.

Heppin at hava íbúð á Argjum

Hann sigur, at tey vóru heppin at hava eina íbúð á Argjum, sum tey kundu fara í. Hann ivast tó í, um tey høvdu flutt til høvuðsstaðin, um tey ikki áttu eina íbúð í Havn.
– Eg veit ikki, hvussu vit gera, tá ið tunnilin letur upp, um vit tá flyta inn aftur til Toftir. Vit høvdu tó ynskt, at eitt tilboð var nærri við.


Onnur kring landið fáa ikki tilboðið

Tað eru um 18 fólk í Føroyum, ið eru undir 67 ár, sum hava sjúkuna alzheimer demens. Tað eru ikki øll, ið hava møguleika at fara til Havnar at fáa eitt dagtilboð í Skotarók.

– Sjálvandi høvdu vit ynskt at havt tilboðið í Eysturoynni. Eg veit eisini um onnur í Eysturoynni, ið høvdu ynskt, at eitt tilboð var í nærumhvørvinum. Tey hava ikki møguleika sjálvi at orna við farti hvønn dag til Havnar, og tí fáa hesi ikki tilboðið, sum tey á Skotarók kunnu geva. Og um vit hugsa um tey í Sandoynni og Suðuroynni, so hava tey als ikki møguleikan. Tað er als ikki gott nokk, sigur Jens Jacob Olsen.

Um tørvurin hevði verið á at fingið eitt samdøgurspláss, so hevði tað verið uppgávan hjá eldraøkinum, tað vil í førinum hjá Randi og Jens Jacob siga Roðanum, ið er eldraøkið í Skálafjarðarsamstarvinum.

– Tað er als ikki aktuelt hjá okkum, at Randi skal inn á ein stovn at búgva. Tað er eitt tilboð um dagin, ið tørvur er á, sigur Jens Jacob Olsen.

Gott tilboð á Skotarók

Tað, at Randi Olsen kann koma á Skotarók, er Jens Jacob sera glaður fyri.
– Hon stimbrast av at vera har. Tey duga sera væl at vera um brúkararnar. Tey gera gongutúrar, fara til kvirru í Havnar kirkju, á café Í Ebenezer, og koyra biltúrar ymsastaðni kring landið. Tey hava eisini verið við og hoyggja í summar og nógv annað. Randi gongur høgt uppí at møta upp, sigur Jens Jacob Olsen.

--------------------

Liggja í klemmu í markamótinum

Tá ið eldraøkið fór út til kommunurnar í 2015, varð mark sett við, at eldraøkini bara tóku sær av teimum, ið eru 67 ár og eldri. Niðurstøðan í markamótaskjalinum staðfesti seinni, at um talan var um búpláss fyri fólk undir 67 ár, so skal hetta veitast av eldraøkinum kring landið, men um talan var um onnur tilboð, sum til dømis dagtilboð, so er hetta uppgávan hjá Almannaverkinum Randi Olsen av Toftum er sostatt ein av teimum, ið liggur í klemmu millum skipanirnar. Ein av teimum, sum áður hava verið í klemmu, er Krista Poulsen úr Vestmanna. Sosialurin prátaði við mannin, Fríðbjørn Poulsen, í oktober í 2016, har hann greiddi frá støðuni. Seinni gjørdi Kringvarpið eitt portrett av lívinum hjá teimum. Tríggjar vikur eftir ta sjónvarpssendingina, varð tilboðið á Skotarók stáplað upp á beinini, og síðani tá hava borgarar í Havn havt hetta tilboðið.

Krista Poulsen úr Vestmanna er ein av teimum, ið fekk tilboð at koma har, og har hevur hon verið síðani. 

Almannaverkið hevur einki tilboð í Eysturoy ella aðrastaðni kring landið, og tí var einasta tilboð, tey kundu vísa á til Randi Olsen, at hon kundi sleppa á dagtilhaldið í Skotarók í Havn. 

Har hevur Randi Olsen so verið síðani í desember í fjør. Einki tilboð er tó um koyring, og tað merkir, at maðurin hvønn gerandisdag hevur koyrt hana til Havnar um morgunin og avheintað hana aftur seinnapartin.

Møguliga strika 67 ára aldursmarkið

Fleiri ferðir hevur verið ført fram at strika aldursmarkið við 67 ár, so at borgarar undir pensjónsaldur eisini skulu hava møguleika at fáa tilboð frá eldraøkinum á staðnum ístaðin fyri frá Almannaverkinum. Hetta er ikki hent enn.

Á pallborðsfundi, sum Alzheimerfelagið skipaði fyri mánakvøldið í Østrøm, var spurningurin um 67 ára aldursmarkið tikið upp. Umboð fyri sjey politiskar flokkar vóru við á fundinum, og flestu av teimum vóru jaligir til at strika 67 ára aldursmarkið. Ógreitt var tó, hvussu hetta skuldi fíggjast.