Konglig vitjan
À Tvøroyri vóru tey líka spent sum alla aðrastaðni at sleppa at heila uppá tey kongligu, nú ter eru er Føroyum.
Men tó skerst ikki burtur, at ongin var so spentur sum 10 ára gamla Halla Káradóttir. Hon er púra burtur í Mary, krúnprinsessu og gekk aftaná tey allastaðni har tey vóru á Tvøroyri.
Men kortini gav hon mammuni ein lítlan hvøkk, tá ið hon ringdi heim og segði, at nú fór hon at keypa Mary eina gávu.
Og tað nyttaði onki at muta ímóti tí Halla hevði sett í seg, at hon mátti sleppa at geva Mary eina gávu.
Hon hevur akkurát verið í Danmark og ferðast og hevði eitt sindur av lummapengum til avlops.
So er spurningurin, hvat gávan skuldi vera.
Hon tímdi ikki at geva henni blomstur, tí tað gjørdi øll hini. Tí helt hon leiðina inn í CN-Wear Tvøroyri, har hon keypti tvinnar pinkubarna-sokkar og fekk teir pakkaðir inn í ein gávupakka við bandi um við sloyfu á.
Ein so øll onnur hevur Halla fingið við, at Mary er við barn og at krúnprinsaparið verður foreldur í heyst.
Og tá ið krúnprinsaparið gekk av sjúkrahúsinum oman á Dannebrog, stóð Halla klár í keibrekkuni við hesum lítla pakkanu í hondini. Og tá ið Mary gekk framvið, smeyg hon sær út um politistar og lívverjar og rætti pakkan ímóti krúnrpinsessuni.
Mary steðgaði beinanvegin á og tók ímóti pakkanum. Hon spurdi eisini, hvat var í pakkanum og tá ið Halla segði, hvat var í, fekk hon klemm frá Mary áðrenn hon helt leiðina fram oman á kongsskipið.