Mátti trygdarlenda í Billund

Eitt flogfar hjá niðurlendska flogfelagnum KLM noyddist í morgun at trygdarlenda á flogvøllinum í Bllund, tí roykur var í ferðafólkarúminum.

Flogfarið var á veg úr Amsterdam til Stavanger, og 53 fólk vóru í tí.

René Høgh, rakstrarleiðari í Billund Lufthavn, sigur við danska kringvarpið, at trygdarlendingin gekk sum ætlað, og eingin fekk skaða.

Ferðafólkini sleppa til Stavanger við øðrum flogførum.