Mátti vekja bygdarfólkið at drepa grind

Grindin í Hvalvík gjørdi landgongd av sær sjálvum og drápið gekk bæði skjótt og væl, sigur sýslumaðurin

Enn er ikki heilt greitt, nær seðlarnir koma út í grindini, sum legði beinini í Hvalvík í morgun.

Klokkan var akkurát farin av fimm í morgun, tá ið fólk á landið sóu grindina beint uttanfyri Hósvík. Tað gekk tað mesta av eimum tíma til bátar komu til hana, men tað gjørdi minni, tí grindin svam svam sjálv til hvalvíkar.

Tá ið sýslumaðurin kom til Hvalvíkar klokkan knapt seks, vóru bara einir tveir, tríggir mans hjástaddir, so tey fóru undir at ringja, men sjálvur fór hann eina rundferð í bygdini við ýlandi sirenu fyri at fáa fólk á føtur so at grindin kundi haldast til.

– Klokkan seks í morgun løgdu bátarnir og ansaðu eftir grindini til tað var klárt á landið, men akkurát tá ið eg skuldi biða bátarnar fara undir raksturin, tók grindin sjógv á bak og gjørdi landgongd av sær sjálvum, sigur sýslumaðurin. Hann sigur, at drápið gekk bæði skjótt og væl og tað gingu bara 10-15 minuttir, so var grindin deyð.

Hann metur, at grindin er um 100 hvalir, og hann sigur, at seðlarnir koma út einaferð seinnapartin á bryggjuni í Hvalvík, og allarhelst verður hon bara býtt í drápspartar.

Tað er øgiliga útgrunt í Hvalvík, so hóast menn vassaðu út um skipsvrakið komu teir ikki meiri enn upp um knæ, so tað var ein fittur teinur.