Máttu biðja um hjálp undir Kalsoynni

Tað var so ringt í sjónum, at ein stuttleikabátur við sjey fólkum, tey máttu biðja um hjálp undir Kalsoynni

Seinnapartin í dag fór ein skjóttgangandi gummibátur við sjey fólkum útferð undir Kalsoynna, har tey løgdu inn á Kalsvík, norðast á oynni.

 

Men har komu tey í óføri, tí tað var so ókyrt í sjónum, at tey hættaðu sær ikki útaftur. Løgreglan sigur, at klokkan 19.48 ringdu tey av bátinum og boðaðu frá, at tað var so stór alda, at tey torgaðu sær ikki av víkini aftur. Samstundis bóðu tey um hjálp.

 

Tilbúgvingin fór til verka alt fyri eitt og bæði tyrla, Brimil og bjargingarbátar vórðu sendir á staðið.

 

Løgreglan sigur, at tað var ringt sýni, tí tað var mjørki, men tað eydnaðist tyrluni at fáa samband við bátin, og sostatt fekk hon vegleitt bátin út aftur av víkini og eysturum Kalsoynna, har tað var læ.

 

Løgreglan sigur, at síðani sigldi báturin suður ígjøgnum Kalsoyarfjørð í læ av oynni, og so var tann vandin av.