Føroyar-Liktenstein 0-3 (22-25, 25-27, 22-25)
Hóast tær høvdu tveir settbóltar í øðrum setti, so máttu føroysku kvinnurnar taka til takkar við einum 3-0 tapi í dystinum móti Liktenstein í dag.
Hóast settmunurin var greiður, so er einki at ivast í, at okkara iðraðu seg um, at meira ikki spurdist burturúr. Fyrsta settið vóru okkara á odda at kalla allan vegin, men móti endanum vóru tað tó gestirnir, sum vóru tær kaldaru.
Og tað var sum so søgan í dystinum. Í bæði øðrum og triðja setti vundu okkara seg upp, eftir at Liktenstein annars hevði verið á odda fyri tað mesta, men í báðum førum máttu tær ásanna, at nervarnir vóru ov tyngjandi seinastu avgerandi bóltarnar.
Við hesum taptu okkara fyrsta matchbóltin í dystinum um at spæla seg víðari í EM-undankappingini. Ein møguleiki er tó eftir, tí vinna Føroyar dystin móti Luksemburg í morgin, kann málið enn røkkast.