Hvørja viku eru tað foreldur, sum gera vart við, at børnini hava trupulleikar, men nú er eingin hjálp, tí pengarnir eru uppi.
Tað er niðurstøðan í eini umbøn frá Felagnum fyri Lesi- og skriveik til Løgtingið at fáa meiri pening at arbeiða við.
Løgtingið viðgerð fíggjarlógina fyri næsta ár, og í hesum sambandi ger Felagið fyri lesi- og skriviveik vart við, at játtanin, tey fáa á fíggjarlógini strekkir ikki til.
Tey siga, at trýstið á felagið er alsamt vaksandi og serstakliga eftir, at øll skúlabørn í triðja flokki nú verða kannað fyri at vita um tey eru orðblind.
Í flestu førum, fyri ikki at siga øllum, so stendur kanningin einsamøll. Tað vil í stuttum siga, at trupulleikin verður staðfestur, men trupulleikin útloysir onga hjálp, siga tey í Felagnum fyri lesi- og skriviveik.
– Tað sigur seg sjálvt, at foreldur at hesum børnum vilja hava hjálp til síni børn. Fleiri og fleiri av teimum finna so leið til okkum, sigur felagið.
Tey siga, at tey royna, tað tey kunnu, fyri at hjálpa so mongum ið til ber, men vit at trupulleikin er so stórur, at tað er avmarkað, hvussu nógvum, tey fáa hjálpt.
Í ár var játtanin á fíggjarlógini 1,8 milliónir, men tað hevur verið so nógv at gera, at tey vórðu noydd at gevast við undirvísingini 14. november. Og tað eru tvær vikur fyrr enn ætlað.
– Hvørja viku eru fleiri foreldur, sum gera vart við trupulleikarnar hjá sínum børnum, sigur Felagið fyri Lesi- og skriviveik, sum tískil heita á Løgtingið um at fáa hægri játtan næsta ár.