Máttu skifta flogfar

Tá føroyska hondbóltslandsliðið skuldi úr Moskva, var einki flogfar, sum hevði kós móti Italia

Hondbóltur

 

Kristian Johansen formaður í HSF sigur, at allur ruðuleikin viðvíðkjandi flogferðaseðlunum hjá Al Italia stava frá italska flogfelagnum sjálvum.

Orsøkin til, at føroyski hópurin stóð á berum í Moskva, varð at italska flogfelagið hevði ikki boðað frá broytingini, sum í hesum førinum rakti føroyska landsliðshópin.

Eitt starvsfólk hjá Atlantic Airways bleiv innkallað frá síni feriu, og viðkomandi fekk arbeitt seg fram til eina loysn, sum gjørdi tað møguligt hjá russiska hópinum at fara við russiska flogfelagnum, Aeroflot til Italia. Russisku starvsfólkini á flogvøllinum vóru lítið stinn í enskum, og har kom Ivan Eginsson inn í myndina, sum á fyrimyndarligan hátt beindi allar málsligar misskiljingar og aðrar misskiljingar av vegnum. Hetta er tann rætti samanhangurin í málinum. Syndarin er hvørki HSF ella Atlantic Airways, men Al Italia, sum ikki hevur givið hvørki Atlantic ella HSF nakra, sum helst fráboðan um broytingina.