Í mótvindi á Streymoy

Føroyameistarakapping var í landavegssúkkling leygardagin. Vinnari gjørdist Torkil Veyhe, sum í nógva vindinum av høgætt nýtti eitt vet meira enn tríggjar tímar til teinin

Súkkling

 

Klokkan 10 fóru teir avstað. Átta grammir súkklarar, sum allir høvdu møguleikan at gerast Føroyameistari í landavegssúkkling, men tað kann bara vera ein, og hesin skuldi finnast komandi hundrað kilometrarnar.

Beint áðrenn teir fóru avstað komu boðini frá Geyr Gilsteinson, at teir allir skuldu fylgjast í Havnini og at teir sluppu at gera sum teimum lysti, tá teir komu til Sandvíkarhjalla.

Inni í Havnini var teinurin eftir hvítanesvegnum, niðan á ringvegin, framvið Landssjúkrahúsinum, oman í Vágsbotn, yvir við Strond og síðani eftir Hvítanesvegnum.

Eftir hetta gekk leiðin norð til Langasands at venda, áðrenn klárt var at fara suður aftur í høvuðsstaðin.

 

Nógvur vindur

Á teininum norður fóru fýra súkklarar skjótt frá hinum. Gunnar Dahl Olsen, Torkil Veyhe, Andrass Joensen og Morten Hansen, settu hinar av longu áðrenn Kollafjarðartunnilin. Hesir fýra fylgdust eisini allan vegin til Langasands.

Tað var fitt av vindi av høgætt, so allan vegin norður gekk rættiliga seint at súkklað. Roknað var við, at tað fór at taka súkklarunum einar tríggjar tímar til teinin, men teir høvdu súkklað í næstan tveir tímar, áðrenn teir komu til Langasands.

Serliga vindurin hevur havt sína orsøk, tí mótbrekkurnar eru fleiri á veg suður.

 

Sprintaðu suður

Tá fremstu súkklararnir vendu á Langasandi vóru teir framvegis púra javnir, men áðrenn long tíð var liðin fóru Torkil Veyhe og Gunnar Dahl Olsen frá hinum báðum fremstu, og hendan støðan helt niðan móti Hósvíksleiti.

Í tungu mótbrekkuni við nógvum undanvindi fór Torkil Veyhe frá veteraninum, og hóast Gunnar Dahl Olsen royndi at fylgja við, so mátti hann góðtaka, at 20 ára gamli Torkil Veyhe var sterkari enn hann tí løtuna.

Tað gekk veruliga skjótt hjá súkklarunum at koma suður. Og tá Torkil Veyhe kom niðan móti Sandvíkarhjalla var hann púra einsamallur við Gunnari Dahl Olsen einar tveir minuttir aftanfyri seg.

Tá komið var á mál við Skógrøkt Landsins var Torkil Veyhe framvegis púra einsamallur, tá tað var endaliga greitt, at hann er Føroyameistari.

Ein minutt seinni kom Gunnar Dahl Olsen á mál og súkklarin, ið nýtti longst tíð, kom á mál meira enn ein tíma seinni enn hinir.