Eisini eiga vit at grava góðar gøtur til teirra, sum vilja náa doktaraheiti innan føroyskt málsøki. Føroyskt er eitt lítið mál og krevur tí at verða borið á lógvum. Vit eiga at fjálga um málið, men at seta málskúlar á stovn til útlendingar og krevja, at teir nærum megna at skipa Kjartanstátt er ikki mennandi.
Útlendingar koma higar at granska. Flestu verða bert stutta tíð. Aðrir seta vónandi búgv og fáa eftirkomarar. Tað eru eftirkomararnar, vit skulu læra gott føroyskt mál. Javnaðarflokkurin vil nógvar batar á málsliga økinum. Nakrir teirra eru settir í verk. Eitt nú meiri føroyskt tímar til yngru flokkarnar. Eisini vil Javnaðarflokkurin menna føroyskt barnatiltar. Barnabøkur, teknifilmar o .a . eigur í størri mun at finnast á føroyskum máli. Undirvísingartilfar má áhaldandi mennast. Her verður serliga hugsað um serføroyskt tilfar, um føroyska mentan og føroyska náuttúru.
Gloymið ikki at styrkja hetta økið. Her fæst gagn fyri og til hvørt oyra.