Móðurmálsdagur í dag

21. februar er altjóða móðurmálsdagur.

- Tað er alla æru vert, at ST ger vart við ein altjóða móðurmálsdag. ST roynir eisini at varðveita tað málsliga margfeldið, sum er í heiminum í dag. Tað sigur Jógvan í Lon Jacobsen, formaður í Føroysku málnevndini og lektari á Fróðskaparsetrinum, við heimasíðuna hjá Námi.

- Men mínar royndir eru, at altjóða móðurmálsdagurin ikki hevur tann stóra týdningin, tí at fólk heilt einfalt ikki vita av, at hann er til. Vit kunnu sjálvandi halda altjóða móðurmálsldagin, men latið okkum harumframt fáa okkara egna móðurmálsdag, sigur Jógvan í Lon og vísur á, at Málnevndin longu hevur skotið upp fyri Mentamálaráðnum, at okkara egni móðurmálsdagur kann verða hildin føðingardagin hjá Hammershaimb 25. mars.

- Vit vóna, at Mentamálaráðið fer at gera ein slíkan móðurmálsdag, tí tað er ikki ov nógv gjørt, um vit seta ein dag av um árið, har vit skifta orð um føroyskt og um støðuna hjá føroyskum í føroyska samfelagnum, sigur formaðurin í Føroysku málnevndini, sum er málrøktar- og málverndarstovnur, ið skal geva landsstovnum og almenningi ráð og upplýsing í spurningum um føroyskt mál.