Almenna móðurmálstiltakið UNG OG MÁLIÐ verður á Føroya Fólkaháskúla, Háskúlavegi 14, Tórshavn, leygardagin hin 1. oktober 2016, kl. 13-17.
Á tiltakinum eru tónleikur, filmar, framløgur, upplestur, samrøður og annað. Vinnarin av filmskappingini hjá Málráðnum verður kunngjørdur, og vinningurin er 10.000 krónur. Háskúlin skipar fyri kaffisølu.
TALGILD FILMSKAPPING
Í tíðarskeiðinum frá mánadegnum 12. september 2016, kl. 17, og til mánadagin 19. september 2016, kl. 17, kunnu ung í aldrinum 14 – 20 ár kappast um besta talgilda filmin í kappingini hjá Málráðnum, sum hevur fingið heitið: Ung og málið. TEKNIÐ TYKKUM á malrad.fo ella snar.fo og verið við í kappingini.
Á almenna móðurmálstiltakinum UNG OG MÁLIÐ á Háskúlanum verður vinnarin avdúkaður og virðislønin á 10.000 krónur handað.
Tiltakið er alment.