Møðurnar í Beslan vilja hava sannleikan at vita

Kvinnur, sum mistu børn í gíslatøkuni í Beslan fyri einum ári síðani, leggja myndugleikarnar undir at dylja sannleikan.

Í næstu viku er eitt ár, síðani yvirgangsmenn tóku ein skúla í russiska býnum Beslan. Tað var fyrsti skúladagur, og tí vóru umleið1.500 børn, lærarar og foreldur í skúlanum. Endin var, at herurin leyp á skúlan, og tá álopið var av, lógu meiri enn 330 fólk eftirá, tey flestu børn. Tá høvdu yvirgangsmenninir havt ræðið á skúlanum í meiri enn tvey samdøgur.

Bara ein av álopsmonnunum bleiv tikin á lívi, og hann er í hesum døgum í hægstarætti í Norður-Ossetia. Higartil hava kvinnurnar, ið hava skipað seg í felagsskapin "Beslans møður", kravt, at Nurpasji Kulajev skal dømast til deyða, men nú eru tær farnar at ivast í, um teir russisku myndugleikarnir hava sagt allan sannleikan um tað, sum hendi fyri skjótt einum ári síðani.

"Beslans møður" vilja vera við, at gíslarænararnir fingu hjálp frá onkrum uttan fyri skúlan, og tær vilja hava at vita, hví herurin leyp á skúlan heldur enn at royna at tosa yvirgangsmenninar til rættis.

Russisku myndugleikarnir hava leingi sýtt fyri at tosa við kvinnurnar í Beslan, og fyrradagin hóttu tær við at fara í hungursverkfall, fingu tær ikki orð á myndugleikarnar. Í gjár ljóðaði, at russiski vararíkisadvokaturin hevði játtað at hitta tær á máli.