M/V Quest á Vági

Ferðamannaskipið Quest kom seint seinnapartin á Vág.

Seinnapartin kom ferðamannaskipið M/V Quest á Vág.


Hóast tað ikki er ofta, so hendir tað av og á, at ferðamannaskip koma til Vágs. Og Hóast Quest ikki telist millum tey størstu, so heilsa vágbingar snøgga ferðamannaskipinum vælkomnum.


Quest siglir vanliga til oyggjar í Norður- og suðurhøvum, skrivar vagur.fo.


Skipið hevur síðani í mars verið í Norðuratlantshavi og vitjar nú í Føroyum.



Skipið fer av Vági fríggjakvøldið.



Myndamaður okkara var framvið í kvøld og tók myndina av M/V Quest við bryggju í Vági.