Má seta seg á pottin

Ein ungur maður varð í dag varðhaldsfongslaður í eina viku, meðan løgreglan bíðar eftir rúsevnunum, sum maðurin hevur smuglað innvortis.

Ein ungur maður varð í dag varðhaldsfongslaður í eina viku, skuldsettur fyri at hava smuglað hassj.

 

Tað var, tá Norrøna legði at í Havn í morgun, at hassjhundurin vísti áhuga fyri manninum, tá hann kemur í land.

 

Ungi maðurin greiðir tollvaldinum frá, at hann skilir ikki, hví hundurin vísir sær so stóran áhuga, men illgrunin hjá tollvaldinum stendur við, tá hundurin kannar kamarið hjá manninum umborð og eisini her ger tekin til, at rúsevni hava verið til staðar.

 

Maðurin verður síðani førdur út á Landssjúkrahúsið til røntgenkanningar, men í forhøllini roynir hann at rýma. Hann verður tó hildin aftur, men noktar nú at fara í skannara.

 

Komin aftur á løgreglustøðina játtar maðurin, at hann hevur keypt 100 gram av hassji í Hirtshals og tikið tey við til Føroya. Maðurin varð síðani settur á kummuna og løtu seinni hevði hann avleverað tey 100 grammini. 

 

Keypið var avtalað áðrenn fráferðina úr Føroyum, men maðurin vildi ikki siga løgregluni, hvørjum hann hevði keypt frá, tí so kundi hann koma í trupulleikar, segði hann.

 

Hassji var til egið brúk, greiddi ungi maðurin frá. Hann hevur ADHD og nýtir hassj sum sjálvmedisinering. Sambært honum sjálvum hevur hann roykt hassj í fýra ár og virkar tað nógv betri enn Ritalin og annar vanligur heilivágur.

 

Ákæruvaldið ynskti at maðurin varð varðhaldsfongslaður í eina viku, umframt at løgreglan fekk heimild at gera eina likamskanning av manninum, fyri at tryggja sær, at hann einans hevði tey 100 grammini við sær, sum hann játtaði seg hava smuglað. Ákæruvaldið óttaðist eisini, at maðurin fer at krógva seg ella rýma, um hann verður leyslatin, eins og hann royndi at flýggja, meðan á Landssjúkrahúsinum.

 

Verjin hjá skuldsetta manninum segði, at málið longu var avgreitt, løgreglan hevði fingið tey 100 grammini, maðurin segði seg hava smuglað, og tí var eingin orsøk at varðhaldsfongsla hann. Harafturat mótmælti verjin, at løgreglan slapp at gera likamskanning av manninum. Hann metti, at tá nú náttúran kann loysa málið fyri okkum, um vit geva henni tíð, er tað óneyðugt at gera seg inn á mannin við at noyða hann at gera nakað, hann ikki vil.

 

Dómarin valdi at ganga áheitanini frá ákæruvaldinum partvíst á møti. Maðurin bleiv varðhaldsfongslaður í sjey dagar, men løgreglan fekk ikki loyvi at gera likamskanning av manninnum.

 

Dómarin nýtti sum grundgeving, at tað var grundaður illgruni um, at maðurin hevði smuglað meiri enn hesi 100 grammini, og tí mátti løgreglan fáa møguleikan at kanna tað. Tó metti hann ikki, at neyðugt var at gera eina likamskanning, og bað hann tí heldur løgregluna sita pottavakt, inntil rúsevnini vóru farin alla leið gjøgnum sodningarkervi mansins.