Maður deyður í svenska forsætisráðharrabústaðnum

Ein maður varð seinnapartin funnin deyður inni í Sagerska-borgini, sum er bústaður hjá svenska forsætisráðharranum, Fredrik Reinfeldt. Blaðið Expressen skrivar, at talan er um ein mann, sum arbeiddi sum vaktarmaður har.

Løgreglan í Stockholm sigur, at tað er einki, sum bendir á, at talan er um eina brotsgerð, men at tað snýr seg um eina vanlukku.

Fredrik Reinfeldt og húski hansara vóru ikki við hús.