Maður meldaður fyri harðskap

Tað kom til ilnar millum tveir mans í Havn í gjárkvøldið, upplýsir vakthavandi á løgreglustøðini.

 

Tveir mans komu í bardaga við hvønn annan og endin var, at tann eini maðurin sparkaði og sló hin mannin somikið illa, at málið bleiv meldað sum harðskapsmál.

 

Maðurin, ið bleiv meldaður fyri harðskap, skal í grundlógaravhoyring í dag kl. 13:30.

 

Vakthavandi á løgreglustøðini sigur, at hetta er fyrsta harðskapsmál, sum er fyri í ár, í mun til 15 somu tíð í fjør.