Boð vóru send eftir hjálp úr Havn, men einki var at gera. Maðurin, sum var 62 ára gamal, var deyður.
Tá fólk verða funnin deyð soleiðis, kannar løgreglan altíð, um nakað óvanligt er áfatt. Hetta verður gjørt fyri at staðfesta, um deyðsorsøkin er natúrlig.
Av løgreglustøðini í Havn verður sagt, at einki bendir á, at deyðsorsøkin ikki er natúrlig.