Maðurin játtaði seg sekan

Maðurin, sum 6. mai varð handtikin, eftir at hann hevði sett eld á í Gistingarhúsinum í Øravík, hevði skotið við byrsu bæði upp í luftina og móti fólki, og haraftrat hevði koyrt fullur, varð latin leysur klokkan hálvgum tvey í dag.

Tað avgjørdi Føroya Rættur í fyrrapartin.

Maðurin varð dømdur hálvt annað ára fongsulsrevsing, men hann hevur sitið í meira enn fimm varðhaldsfongslaður, og dómarin avgjørdi, at restin av dóminum skal vera treytað.

Vanliga er revsingin fyri eldáseting treytaleys, men av serligum orsøkum valdi dómarin at gera restina av dóminum treytað. Haraftrat hevur tann 21 ára gamli maðurin ongantíð áður brotið lógina, hann hevur familju og arbeiði at venda aftur til. Omaná alt tað var umdømið, sum bæði fangar og starvsfólk í varðhaldinum høvdu um mannin, avbera gott.

Tann ungi maðurin játtaði seg sekan í at hava sett eld á, at hava skotið og at hava koyrt fullur.