Maðurin sum legði navn til finaluvøllin

Ernst Happel er uttan iva besti eysturríkski venjarin nakrantíð, og er tað ikki uttan grund, at stóri leikvøllurin í Wien ber hansara navn.

Ernst Franz Hermann Happel var føddur í Wien tann 29. november í 1925. Happel kom á besta liðið hjá stórliðnum, Rapid Wien longu í 1943. Hann spældi við Rapid Wien í 14 ár. Fyrst frá 1943 til 1954, og so aftur frá 1956 til 1959. Árini millum 1954 og 1956 spældi Ernst Happel við franska liðnum, Racing Club de Paris, sum tá var millum tey stóru liðini í Fraklandi. Tey 14 árini Ernst Happel spældi við Rapid Wien eydnaðist tað honum at gerast meistari heilar 7 ferðir. Ernst Happel gjørdi tað so mikið gott, at hann spældi 51 landsdystir fyri Eysturríki. Hann var m.a. við eysturríkska landsliðnum, sum í HM-endaspælinum í Sveis vann bronsu, eftir ein 3-1 sigur á Uruguay í bronsufinaluni. Tað var kortini, sum venjari, at Ernst Happel kom at gerast ein verulig legenda.


Byrjaði í Haaq


Fyrsta felagið Ernst Happel vandi var hollendska felagið, ADO den Haaq, hetta var í árinum 1962. Hann vandi felagið í 7 ár, og tað eydnaðist honum at vinna hollendsku steypakappingina við Haaq í 1968. Í 1969 var honum litið upp í hendur at stjórna stórfelagnum í Rotterdam, Feyenoord. Og Ernst Happel sveik ikki álitið. Í 1970 vann hann Evropa Cup fyri meistaralið, umframt Intercontinental Cup. Í 1971 førdi hann Feyenoord til tað hollendska meistaraskapið. Bæði í 1970, 1972 og 1973 gjørdist Feyenoord nr. 2 aftanfyri Ajax Amsterdam. Í 1973 gjørdist Ernst Happel venjari hjá FC. Sevilla, her var hann í 2 ár, men Spania gjørdist einasta landið, har hann ikki vann nakað heitið. Í 1975 gjørdist Happel venjari hjá FC Brügge, og her hilnaðist væl. Happel førdi liðið til belgiska meistaraheitið í bæði 1976, 1977 og 1978.


HM í 1978


Í 1978 valdi hollendska fótbóltssambandið Ernst Happel at standa á odda fyri hollendska landsliðnum, sum hetta árið tók lut í heimsmeistaraskapinum í fótbólti, sum var hildið í Argentina. Liðið kom í finaluna, men tíverri fyri Holland, so var hitt liðið vertstjóðin Argentina. Hepnið var ikki við Hollandi í finaluni, har teir m.a. raktu stongina. Hollendsku spælarnir plagdu at flenna eftir mátanum Happel hevði sítt “Pep-talk”. Hann segði bert: - Mínir harrar, tvey stig takk.

Sama heystið fór Ernst Happel at venja hollendska liðið KRC, árið eftir fór hann at venja belgiska liðið, Standard Liege. Tað eydnaðist honum at vinna belgisku steypakappingina við Standard Liege, hetta varð í 1981.


Til Hamburg


Árini 1981-1987 vandi Ernst Happel Hamburger Sportsverein – HSV, sum tá var eitt av teimum týsku stórfeløgunum. Hann førdi HSV til týska meistaraheitið í bæði 1982 og 1983. Í 1983 kom krúnan á verkinum, tá hann vann Evropa Cup fyri meistaralið, eftir finalusigur á Juventus. Saman við Ottmar Hitzfeld er Happel einasti venjarin, sum hevur vunnið Evropa Cup fyri meistaralið við tveimum ymiskum feløgum. Happel vann eisini týsku steypakappingina við HSV í 1987. Hetta árið kom hann aftur til Eysturríkis, har hann fór at venja FC Swarowski Tirol. Tað eydnaðist honum at vinna eysturríkska meistaraheitið við Tirol í bæði 1989, og í 1990, umframt steypakappingina í 1989.


Doyði av krabbameini


Í 1992 vóru boð eftir honum at venja eysturríkska landsliðið. Men hann hevði fingið staðfest lungnakrabba, eftir at hava verið keturoykjari í nógv ár, og tí kom hann ikki at verða drúgvur í hesum starvinum. Ernst Happel doyði 14. november í 1992, bert 66 ára gamal. Mong syrgdu størsta og besta venjaran í søgu landsins. Og rættuliga skjótt var avgerð tikin um, at tann stóri Prater Leikvøllurin í Wien skuldi fáa navnabroyting til “Ernst Happel Stadion” fyri at æra minnið um tann besta eysturríkska venjaran nakrantíð. Og nú verður so sjálv EM-finalan á leikvøllinum, sum ber navnið hjá honum, sum var so nær við at vinna HM-finaluna í 1978.