Sjálvt tá hann sendir telefaks til pressuna, er tað onkur sum vil vera við, at hann hevur ikki sent tað, og at alt er ein misskiljing.
Øll henda misskiljingin ger, at maðurin má brúka stóran part av síni arbeiðsorku til at greiða frá, bæði í skrift og talu, at hann hevur ikki sagt tað, sum fólk halda at hann hevur sagt ? ella øvugt.
Nú vóru so aftur nakrar misskiljingar slopnar leysar í sambandi við at Hergeir vildi sleppa politiskt at misbrúka ein fund í uttanlandsnevndini. Fyrst var okkurt misskilt, tá fundarboðini vórðu send út, tí tað sum eg fekk at vita, samsvarar ikki við tað, sum Hergeir sigur at eg átti at fáa at vita. Og síðani sigur Hergeir seg hava fingið at vita, at eg mótmælti at fundur í heila tikið varð hildin.
Og nú roynir Hergeir, sum hann er vanur, at greiða Føroya fólki frá, at tað sum hann hevur sagt, hevur hann ikki sagt, og at alt er misskilt.
Hetta fær meg at undrast á, um tað bara man vera í uttanlandsnevndini, at formaðurin einki skilir og at øll misskilja hann, tí hetta fyrikemur mær ikki at vera gerandiskostur hjá øðrum nevndarformonnum.
Men løgið er tað, at tað altíð er sami maður, sum verður misskiltur. Veruleikin er, at hann vil so ógvuliga fegin sleppa at misbrúka alt politiskt, ið misbrúkast kann. Men tá tað ikki eydnast, so eru tað hini ? og misskiljingar sjálvandi ? sum eru orsøkin.
Og fyri at eingin mis-skiljing skal vera: Soleiðis var eisini hesaferð.