Maðurin sum vendi aftur eftir at veljararnir høvdu dumpað hann

Á fólkatingsvalinum vendi hann aftur og fekk meira enn 1000 atkvøður og gjørdist nummar tvey á sambandslistanum

Seinasta tíðin sum løgmaður og fyrstu valini aftaná, góvu Kaj Leo Holm Johannesen, 54 ár, fyrrverandi løgmanni, ábendingar um, at veljararnir ikki vildu hava hann aftur í politikk.

Hann fekk tó so mikið av atkvøðum, at hann var valdur á Løgting og har hevur hann sitið, til nú tingformaðurin sendi okkara lóggevandi forsamling til hús, og hetta valskeið er í veruleikanum farið aftur um.

Men áðrenn politiski friðurin legði seg heilt, skuldu vit sjálvan grundlógardagin hava fólkatingsval.

Gjøgnum nógv ár hevur Edmund Joensen umboðað Sambandsflokkin í Fólkatinginum, men tá ið úrslitið fyri Havnina kom á valinum í 2015, vísti tað seg, at hóast nógvar atkvøður, so fekk Sambandsflokkurin ikki fólkatingssessin.

Sessirnir báðir fóru til Javnaðarflokkin og Tjóðveldi.

##med2##

Ein dyggur smeitur, sum rakti KaJ Leo Holm Johannesen persónliga ógvuliga hart.

Hann fór einar 1100 atkvøður aftur – úr 1554 atkvøðum til fólka­ tingsvalið í 2011 til 462 á valinum í 2015.

­ Tá hevði eg í langa tíð verið partur av einari ógvusligari heksajakt, serliga í málinum um undirsjóvartunnilin millum Eysturoynna og Streymoynna. Tað var ómetaliga hart, og smeiturin á valinum var dyggur, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.

Tað skal tó leggjast afturat, at hóast Kaj Leo Holm Johannesen fekk ein dyggan frammaná frá veljarunum, so fekk hann kortini næstflestar atkvøður á sambandslistanum.

##med3##

Come back

Fólkatingsvalið í summar var tí eitt rættuligt come back hjá fyrrverandi sambandsløgmanninum.

Eftir at fínteljingin hevur verið, vísti tað seg, at fyrrverandi løgmaðurin fekk 1036 atkvøður, tá ið føroyingar settu kross við eitt valevni grundlógardagin.

­Egmásiga,attaðvarsumat verða tikin niður av krossinum eftir at hava hingið har í drúgva tíð, sigur Kaj Leo Holm Johannesen í dag.

­ Eg skal tó leggja afturat, at eg hevði eina góða kenslu undan valinum. Fólk byrjaðu at ringja, sms’a og skriva til mín, at eg fór at fáa teirra atkvøðu og summi

søgdu, at alt húskið fór at geva mær krossin.

­Tað vísti seg eisini, at eg fekk meira enn dupult so nógvar atkvøður, sum við seinasta val, tá ið heksajaktin gekk og hevði gingið upp á tað harðasta, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.

##med5##

Kaj Leo Holm Johannesen leggur serliga KVF undir at hava rikið eina herferð ímóti sær. Hann varð lagdur undir at hava brotið sína eftirlitsskyldu, umframt málið um CIP og nógv umrøddu milljónina í málinum sjálvum.

Tað kann eisini sigast, at seinasta partin av valskeiðnum frá 2011 til 2015 var støðan heldur ikki serliga góð hjá táverandi løgmanni. Andstøðan legði uppskot um misálit fram í tinginum, sum tó fall.

Innanhýsis í Sambandsflokk­ inum var uppbakningurin til samgonguleiðaran heldur ikki serliga góður. Táverandi sam­ gongan arbeiddi við uppskotum til at broyta lógina um vinnuligan fiskiskap, men har fekst ongin semja, hvørki í samgonguni ella innanhýsis í Sambandsflokkinum.

Tað endaði við, at Kaj Leo Holm Johannesen var avloystur sum formaður í flokkinum av Bárði á Steig Nielsen, sum framvegis stendur á odda í flokkinum.

­ Tí ger tað mær so gott, at fólk framvegis hava álit á mær og geva mær meira enn 1000 atkvøður til fólkatingsvalið. Tað er eitt herðaklapp, sum eg virkuliga eri ómetaliga takksamur fyri, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.

 

Arbeiðir politiskt

Var smeiturin dyggur til fólkatingsvalið fyri fýra árum síðani, so var hann ikki minni til løgtingsvalið sama ár.

Tá fór fyrrverandi løgmaður úr 1979 atkvøðum í 2011 niður á 601 atkvøður í 2015.

Uttan at gera nakra djúpa greining, so var hetta tað, sum stóð eftir, tá ið valskeiðið endaði. Valskeiðið, har sum Kaj Leo Holm

hevði verið samgonguleiðari í einari samgongu millum Fólkaflokkin, Miðflokkin og Sambandsflokkin. Sjálvstýri var ein partur av samgonguni, men tók seg úr, tá ið løgmaður sendi teirra landsstýrismann, Kára P. Højgaard, til hús.

­ Tað rakti dygt. Tað má eg við­ ganga, men tað ræður um at koma víðari. Eg havi roynt at gjørt mítt besta hesi fýra árini í tinginum, men tað hevur ikki altíð verið lætt at sita í andstøðu, sigur hann.

Fyrrverandi løgmaður hevur í kjakinum í tingsalinum í hesum valskeiðnum ført segt fram við einum semjusøkjandi politikki og hevur ferð eftir ferð mælt til, at tað ræður um at hava eitt virðiligt kjak og at hóast fólk ikki eru samd, so eiga tey at hava virðing hvør fyri øðrum.

­ Nú havi eg sitið sum løgmaður í so at siga tvey skeið. Tá ein er løgmaður er neyðugt at fáast við stór mál, sum til dømis uttanríkispolitikk og tosa í yvirskriftum um politikkin vit reka. Tað sleppi eg frá nú.

­ Eg havi valt at taka mær av meira smærri málum, sum eg veit gera mun í gerandisdegnum. Tað er ikki so, at alt hevur fyri neyðini at viðvíkja øllum, tí man kann velja at bøta um viðurskiftini hjá summum í samfelagnum, sigur hann.

Kaj Leo Holm Johannesen hevur í hesum valskeiðnum sitið í trivnaðarnevndini hjá Løgtinginum. Har hevur hann tikið undir við fleiri málum hjá samgonguni.

­Men afturfyri, so hava samgonguumboðini eisini tikið undir við málum, sum eg havi havt um hendi, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.

Fyrrverandi løgmaður er 54 ár, men hann stillar uppaftur til komandi løgtingsval, sum verður 31. august.

##med6##

Við teimum atkvøðum fyrrver­ andi løgmaðurin fekk – og hevur fingið hesi seinastu valini – so bendir ymiskt á, at tað møguliga verður Kaj Leo Holm Johannesen, sum fer at avloysa Edmund Joensen á Fólkatingi, tá ið hesin gevst.

Enn hevur hann onki sjálvur sagt um tann møguleikan, men tað kann sláast fast, at sjálvt um sambandsmaðurin í Havn fekk tveir vallúsingar í 2015, so fekk hann á báðum valunum næstflestar atkvøður av valevnunum hjá Sambandsflokkinum.

– Eg havi roynt at sita við evstu ábyrgdini. Tað krevur nógv, og ein er noyddur alla tíðina at vera til reiðar. At vera tingmaður krevur eisini, at tú tekur ábyrgd, men tú situr ikki einsamallur við evstu ábyrgdini. Tað er slítandi, sigur fyrrverandi løgmaðurin.

Fólkatingsvalið lyfti hann upp og gav honum aftur trúnna uppá, at tað ber til:

– Eg varð hongdur upp á krossin og krossfestur, fyrst og fremst av KVF. Nú kenni eg tað, sum eg eri sloppin niður aftur av krossinum og tað skulu tey, sum hava sett kross við mítt navn hava tøkk fyri, sigur Kaj Leo Holm Johannesen at enda.