Tom Kummer hevði nakað, eingin annar journalistur hevði. Hvat tað var, visti eingin og hvussu hann bar seg at, var øllum ógreitt. Men Tom Kummer hevði tað í øllum førum. Tað.
Tað, sum gjørdi, at hann fekk samband við allar størstu stjørnurnar. Mike Tyson. Sean Penn. Pamela Anderson. Charles Bronson. Courtney Love. Kim Bassinger. Listin av heimsstjørnum var langur. Hetta í sjálvum sær, er serstakt. Men tað, sum Tom Kummer hevði fram um allar aðrar journalistar, var, at stjørnurnar tosaðu við hann um alt.
Frá miðskeiðis í nítiárunum fram til 2000, helt ungi journalisturin úr Sveits populeru pressuna í Hollywood fyri gjøldur. Royndir journalistar, gamlir í garði og við einum ovurhondsstórum netverki, stóðu ikki Tom Kummer kurl.
Tosaði við Tyson um Nietzsche
Kummer tosaði við Mike Tyson. Tað høvdu mangir journalistar gjørt áðrenn hann, men brutali boksarin er ikki tiltikin fyri at flúgva serliga høgt intellektuelt. Tyson plagdi at lata nevarnar tala og tað gjørdi hann best í boksiringinum. Men í samrøðu við Kummer fekk almenningurin heilt aðrar síður at síggja av Tyson. Maðurin hevði djúphugsnar tankar um heimsspekingin Nietzsche. Tyson greiddi somuleiðis frá, hvussu hann át kakkulakkar í geglinum, fyri at tryggja sær nóg mikið av proteinum.
Eisini viðurkendi sjónleikarin og leikstjórin Sean Penn, vísti seg at hava stórt innlit í heimspeki, har hann serliga var hugtikin av danska Søren Kierkegaard. Ein annar sjónleikari, Bruce Willis, gav somuleiðis alternativar hugsanarhættir til kennar. Í samrøðu við Kummer segði hann, at góður moralur ikki førdi nakran veg.
– Tað er við at vera amoralskur og kyniskur, at tú flytir teg frameftir, segði Hollywoodstjørnan við Kummer.
Hesar einastandandi opnu, erligu og vælskrivaðu samrøðurnar vóru nógvar í tali. Í samrøðu við bringuprúðu Baywatch- og Playboydulluna Pamela Andersen, viðgjørdu hon og Kummer torskildu science-fiction skaldsøguna Neuromancer eftir William Gibson. Charles Bronson, sum er tiltikin harður hálsur í Hollywood, fortaldi somuleiðis fyri Kummer, at hann brúkti nógva tíð upp á at dyrka orkideir. Eisini Kim Bassinger, Courtney Love, Sharon Stone, Nicholas Cage og fleiri við teimum tosaðu við Kummer um sex, rúsevnir, einsemi og onnur privat og kensluborin evni.
Fyrstu samrøðurnar, Kummer gjørdi, vórðu prentaðar í týska tíðarritinum Tempo. Seinni gjørdist Kummer Hollywood-korrespondentur fyri viðurkenda Süddeutche Zeitung, men eisini háttvird bløð sum Die Zeit, Der Spiegel, Neue Zürcher Zeitung, Frankfurter Allgemeine, Stern og Vogue prentaðu samrøðurnar, Kummer gjørdi í Hollywood.
So tiltiknar gjørdust samrøðurnar, at avrátt var at savna tær bestu í eina bók, sum varð send til prentingar, áðrenn alt var avdúkað og bókaútgávan tikin aftur.
Alt var lygn
Alt vísti seg nevniliga at vera lygn. Hvør einasta samrøða úr enda í annan, var íspunnin av Kummer, sum ongantíð hevði verið nær námind nakrari heimsstjørnu.
Tað var eftir eina sonevnda samrøðu við leikkvinnuna Christina Ricci í 2000, at ein starvsfelagið og kappingarneyti hjá Kummer, avdúkaði loyndarmálið. Sostatt gjørdist greitt, at tað, sum Kummer gjørdi øðrvísi enn allir aðrir journalistar, var, at hann leyg. Tað serliga, hann hevði fram um allar aðrar, var lygnin.
Kummer sjálvur var púra róligur, tá hetta kom fram. Hann ynskti heldur ikki at bera um umbering fyri nakað sum helst. Hvørki yvirfyri lesarunum, stjørnunum ella teimum báðum blaðstjórunum, sum fingu sekkin eftir avdúkingina.
Tað vísti seg nevniliga, at ikki ein einasti blaðstjóri nakrantíð hevði sett fram ynski um, at Kummer skuldi dokumentera nakra samrøðu. Eingin eftirlýsti nakrar bandaðar upptøkur ella annað tilfar, sum onkursvegna kundi prógva, at samrøðurnar veruliga vóru gjørdar.
Av tí sama hevði Kummer frítt spæl. Hann kundi gera sum honum lysti og tað gjørdi hann. Tískil er ábyrgdin ikki hansara, metir hann. Í filminum, Bad Boy Kummer, sum nýliga er útkomin um Kummer og hansara avrik, sigur hann soleiðis:
– So býttur kann eingin vera, at tey hildu, at eg kundi koma so tætt inn at øllum stjørnunum.
Kummer hevur eisini sagt, at hann heldur vil lýsa seg sum listamann enn journalist. Og í bretska The Guardian um dagarnar vaskar Kummer enn einaferð hendur sínar:
– Eg skrivaði impressionistiskt, kreativt og skaldsliga um stjørnurnar í sonevndum samrøðum. Ein og hvør blaðstjóri hevði uppdagað hetta, um ikki hann og fólkini kring hann vóru fullkomiliga inkompetent, segði hann við bretsku avísina.
Hesa sonevndu impressionistisku, kreativu og skaldsligu tilgongdina til journalistikkin, hevur Kummer valt at rópa borderline journalistik. Ein grein, Kummer, sjálvur hevur uppfunnið, men sum kortini ikki er viðurkend millum journalistar kring knøttin.
Tað sama kann sigast um Kummer sjálvan. Hann telist ikki longur millum viðurkendar journalistar. Hann hevur roynt seg í ymsum avísum, umframt at hava givið nakrar bøkur út, men fólk hava sera trupult við at taka mannin í álvara.
Tískil livir Kummer í dag eina hampiliga anonyma tilveru í Los Angeles, har hann vinnur til lívsins uppihald sum tennisvenjari. Heilt gloymdur er hann kortini ikki, tí um dagarnar varð filmurin Bad Boy Kummer frumsýndur; ein filmur, sum er ein roynd at skilja, hví sera evnaríki og dugnaligi journalisturin valdi at framleiða lygnir og servera tær sum sannar søgur.
- - -
Fakta:
Mong høvdu gloymt alt um Tom Kummer, og fleiri eru tey, sum ynskja at gloyma hann fult og heilt. Men við filminum »Bad Boy Kummer« er ótrúliga søgan um journalistin, sum megnaði meiri enn tey flestu, aftur vakt til lívs.
Í dag er Tom Kummer 48 ára gamal, giftur og hevur tvey børn. Hann er úr Sveits, men 20 ára gamal flutti Kummer til Berlin, har hann byrjaði at skriva. Miðskeiðis í nítiárunum flutti Kummer til Los Angeles, har hann framvegis býr. Avdúkingin av alternativu journalistisku tilgongdini hjá Kummer, verður framvegis skýrd ein tann størsta gølan í journalistiksøgu Týsklands.
Umframt at skriva fyri fleiri stórar avísir og tíðarrit, hevur Kummer skrivað fleiri bøkur. Millum annað gav hann í 2007 út bókina »Kleiner Knut ganz groß. Der berühmteste Eisbär der Welt im Gespräch mit Tom Kummer«, sum, sambært honum, byggir á samrøður við ísbjørnina Knút, sum doyði herfyri.