Macron: Aldursmark á sosialar miðlar

Franski forsetin, Emmanuel Macron, fer "komandi mánaðirnar" at seta í gildi forboð móti sosialum miðlum fyri fólk undir 15 ár í Fraklandi, um eingin framstig verða á ES-stigi.

Emmanuel Macron er ikki sinnaður at bíða meira enn nakrar mánaðir eftir einum ES-átaki at koma í gongd við ungdóminum og sosialu miðlunum. Hendir tað ikki, fer hann at seta aldursmark í gildi í Fraklandi. - Mynd: Sebastien Bozon/Ritzau Scanpix

Tað segði franski forsetin við sjónvarpsstøðina France 2 í gjárkvøldið, sambært Politico.

– Eg gevi okkum nakrar mánaðir at fáa evropeiska átakið í gongd. Annars fara vit undir at gera tað í Fraklandi. Vit kunnu ikki bíða, sigur Macron við sjónvarpsstøðina.

Pallarnir hava møguleika at kanna aldurin á brúkarunum, skrivar Macron eisini í einum uppslagi á sosiala miðlinum X.

– Lat okkum gera tað, skrivar hann og vísir til forboð.

/Ritzau/