Macron Cup manglar føroyskar tilmeldingar

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Fyrireikararnir eftirlýsa størri undirtøku fyri kappingini í Klaksvík

 

Mánadagin 1. februar er seinasta freist at melda til páskakappingina, Macron Cup 2016, sum verður avgreidd í KÍ høllini og Badmintonhøllini norðuri í Klaksvík seinast í mars.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, sum vísir Macron Cup økið, og hoyr samrøðu við Morten Hust Petersen, høvuðsfyrireikara, sum er harmur um, at ikki fleiri føroysk lið vilja taka við einari avbjóðing, har tey sleppa at royna seg ímóti útlendskum liðum. Hjá dreingjum 14 hevur bara Neistin melda til, og tað sær svart út við nakrari kapping í hesum aldursbólkinum.

 

Tilmeldingarnar higartil eru : 


Gentur 14:

Silkeborg Voel 1 & 2

VÍF

Stjørnan


Dreingir 14:

Neistin

 

Gentur 17:

Silkeborg Voel 1 & 2

Klintesøgaard 1 & 2

Neistin 1 & 2

H71 (Melda kanska 2 lið til?)

 

Dreingir 16:

Klintsøgaard 1 & 2

Neistin