Macron hevur einki ímóti at hitta Putin

- Men, ein vitjan í Moskva verður ikki, fyrr enn tað gevur meining at fara, sigur franski forsetin.

 

- Eg vil ikki útiloka nakað, men ein vitjan í Moskva verður altíð í samráð við ukrainska forsetan.

Forsetin í Fraklandi, Emmanuel Macron, sigur, at hann hevur einki ímóti at hitta russiska forsetan, Vladimir Putin í Moskva, men tað verður bara við ávísum treytum.

 

Hann heldur, at ein møguligur túrur til Russlands eigur at hava við sær, at russiski forsetin vil gera nakað við støðuna.

 

- Eg kann ikki bara fara til Moskva, segði franski forsetin við tíðindamiðlar, tá hann saman við øðrum ríkisleiðarum vitjaði í ukrainska høvuðsstaðnum, Kyiv í gjár.

 

Emmanuel Macron segði, at hann hevur einki ímóti at snakka við Vladimir Putin um humaniter viðurskifti, trygdina hjá krígsfangum og um matvørutrygd fyri at finna loysnir.

 

- Eg vil ikki útiloka nakað, men ein slík vitjan verður altíð í samráð við ukrainska forsetan, og ein vitjan verður heldur ikki, fyrr enn tað gevur meining at fara, segði franski forsetin við útlendskar miðlar.

 

 

 

- Eg vil ikki útiloka nakað, men ein vitjan í Moskva verður altíð í samráð við ukrainska forsetan.