Macron-samgongan fekk ein lúsing frá veljarunum

Samgongan hjá Emmanuel Macron í franska tjóðartinginum, Ensemble, fær 245 sessir og missir meirilutan.

 

Tað var eitt vánaligt val fyri Emmanuel Macron, sum millum annað misti umhvørvisráðfrúnna. - Foto: Michel Spingler/Ritzau Scanpix

Emmanuel Macron, forseti, hevur ikki longur meiriluta í tjóðartinginum við miðhøgrasamgongu síni, Ensemble.

Tað er greitt, eftir at franska innanríkisráðið hevur almannakunngjørt úrslitið frá seinna umfari á tjóðartingsvalinum.

Tinglimir í samgonguni hjá Macron hava fingið ein syngjandi lúsing frá fronsku veljarunum, sum hava givið Ensamble 245 sessir.

Harvið er eitt langt upp til teir 289 sessirnar, sum er kravið fyri at fáa meiriluta í tjóðartinginum. Har eru tilsaman 577 sessir.

Tað sum verri er fyri Macron er, at størsti mótstøðuflokkur hansara hjá Marine le Pen, Tjóðskaparlig Savning, fekk eitt gott val. Veljarar góvu flokki hennara 89 sessir, sum er meira enn 10 ferðir so nógv, sum flokkur hevði fyri valið.

Vistrasamgongan Nupes, sum er undir leiðslu Jean-Luc Mélenchon, vinnur 131 sessir, meðan konservativi flokkurin Republikanararnir enda við at fáa 61 sessir.

Tað vísir endaliga valúrslitið.

Við teimum 245 sessunum er samgongan hjá Macron enn størsti flokkur í tinginum, men valið fær kortini stórar avleiðingar fyri fronsku stjórnina, har tríggir ráðharrar frammanundan hava lovað at leggja frá sær, um tey ikki vórðu afturvald.

Tað snýr seg um heilsmálaráðfrúnna Brigitte Bourguignon, hav- og fiskimálaráðharrin Justine Benin og umhvørvisráðfrúan Amélie de Montchalin. Øll trý taptu valið og leggja nú frá sær sum stjórnarlimir.

Eisini fyrrverandi innanríkisráðharrin Christophe Castaner og formaðurin í tjóðartinginum Richard Ferrand, sum báðir eru trúgvir stuðlar, máttu lúta.

Hinvegin eru bæði ráðharrin fyri almennar veitingar, Stanislas Guerini og evroparáðharrin Clément Beaune afturvaldir.

Valluttøkan var í ár serliga lág. Á seinna valumfari fóru sum væntað fleiri á val, men tey vóru tó bara 53,77 prosent av teimum, sum hava atkvøðurætt.

Tað er tó frægari enn tá ringast stóð til við valluttøkuni. Í 2017 atkvøddu 48,7 prosent á fyrra umfari og bara 42,6 á seinna umfari.

/ritzau/AFP

 

 

 

Tað var eitt vánaligt val fyri Emmanuel Macron, sum millum annað misti umhvørvisráðfrúnna. - Foto: Michel Spingler/Ritzau Scanpix