Franski forsetin, Emmanuel Macron, stendur til at vinna valið í greiðum sigri á forsetavalinum í apríl, vísa meiningakanningar.
Macron hevur undir øllum valstríðnum staðið til vinna valið, sum verður hildið í tveimum umførum, um ikki eitt valevni í fyrstu umfari fær yvir 50 prosent av atkvøðunum.
Í eini meiningakanning, sum stovnurin Ifop-Fiducial 2022 hevur gjørt fyri Paris Match, LCI og Sud Radio, stendur Macron til at fáa 28 prosent av atkvøðunum í fyrra umfari, meðan Marine Le Pen stendur sum næsti kappingarneyti við 18,5 prosentum av atkvøðunum.
Í einum avgerandi seinna umfari ímóti Le Pen, hvar hini valevnini ikki eru við, stendur Macron til at verða valdur við 56 prosentum av atkvøðunum.
Vinstravalevni Jean-Lux Mélenchon stendur í kanningini til at verða nummar trý í fyrra umfari við stuðli frá 14 prosentum av veljarunum.
Mótvalevni hjá Le Pen á ytra høgraveingi, Eric Zemmour, sum er kendur journalistur og vælumtóktur talkshowvertur, stendur til at fáa 12,5 prosent í kanningini.
Konservativa valevni, Valerie Percresse, stendur til at fáa 10,5 prosent í fyrra umfari sambært kanningini, sum var gjørt millum 1508 veljarar í fýra samdøgur.
Fyrra valumfar verður 10. apríl. Tey bæði valevnini, sum fáa flestar atkvøður, fara víðari til seinna umfar 24. apríl.
Emmanuel Macron er í mið-vinstra-veinginum við flokki sínum La République en marche.
Innflytarakkritiski og ES kritiski flokkurin hjá Le Pen má royna at fríggja til fleiri veljarar inni á miðuni, um tað skal vinna inn á Macron.
Marine Le Pen, dóttir stovnaran av flokkinum Front National, Jean-Marie Le Pen, hevur framt broytingar í flokkinum. Navnið á flokkinum varð í 2018 broytt til Tjóðskaparlig Savning.
/ritzau/Reuters