Madeleine kann vera á lívi

Scotland Yard almannakunnger í dag eina mynd, sum skal vísa, hvussu tann horvna Madeleine McCann hevði sæð út nú. Samstundis sigur løgreglan, at tað er framvegis hugsandi, at gentan er á lívi. Um so er, er hon átta ár nú.

Madeleine McCann hvarv í portugisiska frítíðarbýnum Praia da Luz fyri fimm árum síðani. Í september í 2007 vóru foreldur hennara formliga undir illgruna fyri at hava burturflutt gentuna, men skuldsetingin varð seinni tikin aftur.

Málið bleiv lagt til viks í 2008, men herfyri fór Scotland Yard undir at endurskoða øll skjølini í málinum, sum fylla umleið 100.000 síður. Løgreglan sigur, at hon sóknast framvegis eftir vitnum, sum kunnu vita eitt ella annað um málið.