Madonna ill inn á barnsligan rappara

 

Tá Super Bowl, finalan í amerikanskum fótbólti, var fyrr í hesum mánaðinum, var eisini tann siðvanda stóra framførslan í hálvleikinum. Hesum stóð Madonna á odda fyri, saman við nógvum øðrum sangarum. Ein av hesum var rapparin, M.I.A. Øll framførslan var góð og spennandi, men tó var at síggja, at M.I.A. vísti ljóta fingurin, mitt undir framførsluni. Hetta dámar Madonnu illa.

- Eg visti onki um tað. Eg gjørdist sera bilsin, tí at eg visti ikki, at hon kundi finna upp á sovorðið, sigur Madonna við útvarpsstøðina, KIIS-FM.

Madonna dylur ikki fyri, at hon helt, at tað var púra óneyðugt, at M.I.A. vísti fingurin.

- Eg skilji, at tað er punkrokk og alt sovorðið. Undir framførsluni vóru øll glað, høvdu tað stuttligt og alt gekk væl. Alt var positivt. Men tað, ið hon gjørdi, var bara negativt.

Meira enn 114 milliónir fólk hugdu, meðan finalan varð spæld.

 

(Eftir Nela Heldarskarð)