Mads gevst í HB

Menningarstjórin, sum hevur verið í starvi hjá HB í eitt ár, fer í starv ítróttarfrískúlanum Guldminen, sum er eitt samstarv millum FC Midtjylland og ítróttareftirskúlan ISI

HB skal hava nýtt fólk at taka sær av uppgávunum, sum Mads Løvig hevur havt. Hann hevur seinasta ári verið í starvi sum menningarstjóri í HB, men nú fer hann í annað starv í Danmark.

 

HB skrivar soleiðis í kvøld:

 

Menningarstjórin Mads Løvig gevst í starvinum 1. februar. Hann hevur tikið av einum tilboði, um at gerast skúlaleiðari á ítróttarfrískúlanum Guldminen, sum er eitt samstarv millum FC Midtjylland og ítróttareftirskúlan ISI.

 

Hóast Mads hevur eitt ár eftir av sáttmálanum, er hetta ein møguleiki, ið hann ikki kundi lata fara framvið. Og í HB vilja vit heldur ikki standa í vegin, tá starvsfólk ella leikarar fáa slíkar møguleikar.

 

– Hetta hevur gingið ógvuliga skjótt. Ætlanin var, at eg skuldi vera her í eitt ár afturat, men í síðstu viku fekk eg bjóðað starvið sum skúlaleiðari á Guldminen hjá FC Midtjylland og ISI. Slíkir møguleikar koma ikki ofta, og tí valdi eg at taka av. Samstundis eri eg takksamur fyri, at HB hevur gingið ynskinum á møti, og hevur loyst meg úr sáttmálanum, soleiðis at eg kann byrja í nýggja starvinum beinanvegin.

 

 

 

Tvey ára verkætlan

 

Tað var tíðliga í fjør, at Mads varð settur í starv sum menningarstjóri. Hetta árið hevur hann arbeitt miðvíst við eini ætlan, sum skal lyfta okkara ungdóms- og venjaraumhvørvi upp á eitt hægri stig. Hendan verkætlan tekur tíð, men hóast Mads fer víðari eftir bert eitt ár, stenda vit ikki á berum.

 

– Vit høvdu sett tvey ár av til hesa verkætlanina, og ætlanin var, at vit í summar skuldu seta tveir venjarar, sum skulu hava yvirskipaða ábyrgd av ungdómsliðunum. Ein til U15, U17 og U21, og ein til U13 og yngri. Hendan ætlanin er nú framskundað, og hesir venjarar verða kunngjørdir heilt skjótt.

 

– At enda vil eg bara takka HB fyri fyrst at geva mær møguleikan at læra eitt nýtt land og eina nýggja fótbóltsmentan at kenna. Og so vil eg eisini takka tykkum fyri tað vælvild, at loyva mær at taka við avbjóðingini hjá FC Midtjylland.

 

Tá vit settu Mads fyri einum árið síðani, vistu vit at hetta var ein maður, sum var dugnaligur innan sítt yrki. Og hetta er ikki fyrstu ferð, at útlendsk feløg leggja til merkis tað arbeiði, sum verður gjørt í felagnum.

 

Tað er bæði við sorgblídni og stoltleika, at vit nú siga farvæl við Mads. At missa ein slíkan persón er sjálvandi keðiligt. Men tað at tað enn einaferð er boð eftir okkara fólki úti í heimi, prógvar eisini at vit gera okkurt rætt. Vit takka honum fyri tíðina í HB, og ynskja honum alt tað besta í starvinum í Guldminen.

 

Enn mangla teir síðstu smálutirnir, men vit vænta at kunngerða nøvnini á venjarunum, sum skulu útinna verkið hjá Mads, innan heilt stutta tíð, skrivar HB í kvøld.