Í summar búði danski sjónvarpsverturin og skemtarin Anders Lund Madsen í Fugloynni í nakrar vikur. Við sær hevði hann upptøkufólk, og ætlanin var at gera sjónvarpssendingar úr einari av útoyggjunum í Føroyum.
Nú verður fyrsti partur av sendirøðini »Den Yderste Ø” víst á sjónvarpsrásini DR1. Hetta verður mikudagin 6. desember klokkan 19:30.
Í fyrsta partinum verður Anders Lund Madsen boðin at eta grind hjá einari eldri kvinnu. Hann er við í klipping av seyði, hann tosar við seinastu hjúnini í oynni, sum umhugsa at flyta av oynni, og so fylgir hann við, at tá ið ein kvinna fær sjómannin heimaftur.