Maður datt oman: Bleiv bjargaður

Tvær ferðir í gjár komu fólk illa fyri í føroysku náttúruni, soleiðis at helikoptarin mátti boðsendast

Á middegi í gjár fekk alarmsentralurin eina fráboðan um, at ein var dottin oman norðan fyri. Maðurin var farin á glið og hevði brúk fyri hjálp, og hjálpin mátti koma frá helikoptara, tí hann var so mikið illa fyri. Hetta var á fjallalendi millum Strandadal og Snæfellið, har tað er rímiliga bratt.

 

Boðini vórðu givin víðari til Klaksvíkar sløkkiliði og Norðoya Bjargingarfelag, sum beinanvegin fóru at bjarga manninum.

 

Tá fólk høvdu gingið niðan til mannin varð greitt, at hann mátti berast til eitt stað, har helikoptarin kundi taka hann. Tað eydnaðist, og hann bleiv flogin til Landssjúkrahúsið.

 

Hetta var ikki einasta fráboðanin um fólk, ið vóru komin illa fyri í náttúruni. Nakað áðrenn maðurin var komin á Landssjúkrahúsið kom ein onnur fráboðan, hesa ferð úr Mykinesi. Har var onkur, sum hevði brotið eitt bein beint oman fyri bygdina. Men viðkomandi mátti bíða eina løtu, tí hin helikoptarin var upptikin norðan fyri, fortelur politiið. Men tað gekk hóast alt ikki so leingi, og so kom hjálpin til Mykinesar, og viðkomandi bleiv flogin á Landssjúkrahúsið.