Leygarkvøldið eydnaðist tað Paraguay sera óvæntað at vinna á Brasilia í Copa América, sum verður leikt í hesum døgum. Dysturin endaði við javnleiki 1-1, men men eftir brotssparkskapping eydnaðist tað Paraguay at basa favorittunum úr Brasilia. Harvið er Paraguay í hálvfinaluni í Copa América.
Tískil líktist tað einum sonnum gleðisdegi hjá Derlis Gonzalez hjá Paraguay, ið bæði skoraði málið hjá Paraguay í vanligu leiktíðini og eisini skoraði í brotssparkskappingini. Men ístaðin gjørdist tað ein sorgardagur fyri Derlis Gonzalez.
Eftir dystin fekk leikarin nevniliga at vita, at gubbi hansara, 44 ára gamli Irrazabal Manuel, gjørdist so spentur og algoystur av málinum hjá Derlis Gonzalez, at hann fekk hjartasteðg og lat lív orsakað av málinum hjá gubbasoninum. Hetta skriva fleiri miðlar úr Paraguay.
Derlis Gonzalez frætti um andlátið stutt eftir dystarlok. Paraguay skal leika ímóti Argentina í hálvfinaluni í Copa América.