Maður druknaður á Havnarvág

Ein maður, sum var saknaður síðani í gjárkvøldið, varð funnin druknaður við bryggjuna framman fyri Bacalao á Vestaru Bryggju í Havn.

 

Talan var um ein útlendskan sjómann, sum sigldi við føroyskum fiskiskipi. Tá hann ikki var komin aftur í morgun, var hann eftirlýstur, sigur løgreglan.

Leitað hevur verið eftir manninum í dag, og um hálvgum tveytíðina funnu kavarar frá Tórshavnar Sløkkiliði líkið av manninum við Vestaru Bryggju. 

Hildið verður, at maðurin er dottin niður ímillum skip og bryggju á veg umborð.

Í slíkum førum verða allar kanningar gjørdar, men fyribils sær út til, at talan er um eina vanlukku, sigur løgreglan.