Løgreglan tók fyrrakvøldið tvey fólk, sum tollarar í Vágum høvdu afturhildið, tí teir høvdu funnið 1,6 kg av hassji í viðførinum hjá manninum. Tey vóru útlendingar, og vóru sett fyri rættin í gjár. Tað endaði við einum straksdómi, har maðurin fekk tríggjar mánaðir fongsul. Eftir dómin vóru fólkini latin leys aftur, og tey eru farin av aftur landinum. Maðurin verður seinni boðsendur inn at sita dómin í Danmark.
Um 13 tíðina í gjár fekk løgreglan fráboðan um, at onkur hevði gjørt herverk í Steinatúni í Havn. Løgreglan fór á staðið og fann út av hvør tað var og hevur skuldsett ein persón fyri tað.










