Maðurin í hvítum kitli og kokkahúgvu

- Skalt tú reka matstovuvirksemi, mást tú hava bæði beinini á jørðini, og tú kanst ikki bara spæla stjóri.

Tað var í ítróttarhøllini á Kambsdali tíðliga í áttatiárunum, at Poul Rustin, sum eigur og rekur matstovuna Muntra í Fuglafirði, byrjaði sítt matstovuvirksemi. Hann leigaði seg inn í kafeteria í høllini, og her hevði hann sítt virksemi í umleið hálvt triðja ár.

 

- Fyri jól í 1984 fór eg at hjálpa Peturi Mohr, sum tá hevði rikið Muntra í fleiri ár. Eg hjálpti honum til jólar hetta árið og yvirtók síðan virksemi hjá honum longu um ársskiftið 1984/1985.

 

Tað sigur maðurin, sum flestu kenna í hvítum kitli og “kokkahúgvu” á høvdinum.

 

Upprunaliga læt Muntra upp hin 5. mai í 1971, tá Petur Mohr, sum var útbúgvin hovmeistari, byrjaði sítt virksemi í bygninginum.

 

Øll hesi 44 árini síðan hevur Muntra verið ímyndin av matstovuvirksemi í Fuglafirði.

 

Sjálvur hevur Poul ikki gjørt seg lidnan við nakra útbúgving, men hann hevur verið á fleiri altjóða skeiðum innan tað, sum hann dagliga hevur fingist við hesi ár.

 

- Tá tú rekur slíkt virksemi í so langa tíð, hevur tú upplivað góðar tíðir, men tú hevur eisini upplivað minni góðar tíðir, og soleiðis hevur eisini verið hjá mær.

 

Poul sigur, at hann hevði opið á Muntra øll kreppuárini fyrst í nítiárunum, tó at tað ikki altíð var so lætt.

 

- Tá kreppa er, og fólk hava minni pening um hendi, er tað fyrst hotel-og matstovuvirksemi eins og undirhaldsvirksemi, sum verður rakt, sigur matstovueigarin.

 

Poul Rustin vísir á, at marknaðurin í Føroyum er ógvuliga avmarkaður, og tí er neyðugt, at seglini vera sett eftir tí, sum virksemið kann bera.

 

- Skalt tú reka slíkt virksemi í Føroyum, mást tú hava bæði beinini á jørðini, og tú kanst ikki spæla stjóri. Tú noyðist at arbeiða hart hvønn einasta dag, og tú noyðist at seta alt til síðis, sum annars fellir saman við tínum arbeiði.

 

Hann vísir á, at kanska er føðingardagur í familjuni, konfirmatión, brúdleyp - ella gestir eru og vitja í familjuni.

 

- Men hevur tú um somu tíð uppgávur á matstovuni, sum tú noyðist at taka tær av, er eingin bøn, tí tú kanst ikki bara blaka uppgávurnar upp í hendurnar á øðrum, leggur hann aftrat.

 

Í Vikublaðnum, sum verður borið í hvørt hús mánadagin, verður gjørt burtur úr jólaborðum, nú henda tíðin so smátt fer at nærkast.