Maðurin við heimsins størstu familju er deyður

Ein indiskur maður, Ziona Chana, sum helst hevði heimsins størstu familju, er deyður. Sagt verður, at maðurin hevði 38 konur, 89 børn og 33 abbabørn.

 

 

 

 

Ziona Chana, sum var leiðari í einari samkomu, sum loyvdi fleirgiftu - ella polygami - doyði í indiska statinum, Mizoram, og sambært lokalu myndugleikunum gjørdist hann 76 ára gamal.

 

Hildið verður, at maðurin hevði heimsins størstu familju, 38 konur, 89 børn og 33 abbabørn.

 

Tíðindastovan DPA veit at siga, at ein vanligur døgurði í stóru familjuni var 30 høsnarungar, 60 kilo av eplum og 100 kilo av rísi.

 

Sambært tíðindastovuni er ikki møguligt at siga við vissu, at hetta er heimsins størsta familja, men tað vil staturin, har familjan búði, vera við. 

 

Lítla samkoman - Chana - hevur 2000 limir. India loyvir ikki fleirgiftu, men sambært útlenskum tíðindamiðlum kunnu undantøk gerast.