Mæla til at broyta skrúðgonguna

­ Men harvið er ikki sagt, at eg fari at broyta ólavsøkuskrúðgonguna, sigur Jógvan Ingvard Olsen, sum hevur fingið eitt álit, sum mælir til at gera broytingar í skrúðgonguna á Ólavsøku

Fríggjadagin handaði ein nevnd løgtingsformanninum álit um ólavsøkuskrúðgonguna. Kjakið um ólavsøkustkrúðgonguna tók seg upp, eftir at Marita Petersen, sum var løgtingsformaður undan Jógvan Ingvard Olsen broytti skrúðgonguna, eftir at nýggja stýriskipanin varð sett í gildi.

Serligt kjak tók seg upp um, hvar í røðini bispur og prestar skuldu ganga. Marita Petersen flutti bisp, prestar og ríkisumboðsmann aftur um landsstýrismenninar, og á odda gingu nú løgtingsformaðurin og løgmaður. Framman undan vóru tað løgmaður og ríkisumboðsmaðurin.

Eftir at Jógvan Ingvard Olsen hevði tikið við sum løgtingsformaður á ólavsøku 1995, broytti hann skrúðgonguna á ólavsøku 1996 soleiðis, at bispur, prestar og ríkisumboðsmaður aftur komu í fremstu røð.

Sambært nýggju skipanini er løgtingsformaðurin hægsti politiski myndugleiki, og tað er tað eisini hann, sum í síðsta enda ger av, hvussu gingið verður á ólavsøku.

­ Eg haldi, at tað er av sera stórum týdningi, at vit fáa lagt ólavsøkuskrúðgonguna í fasta legu, sigur Jógvan Ingvard Olsen. ­ Men eyðsæð er, at hon má skipast á besta hátt fyrst, leggur hann afturat.

Jógvan Ingvard Olsen sigur, at broytast viðurskiftini, so kann skrúðgongan sjálvandi broytast, men hann heldur tað vera ein ósið at broyta hana á hvørjum ári.

Í nevndini, sum skrivað hevur álitið, sita Hans Jacob Debes, professari, sum hevur verið formaður, Jóannes Dalsgaard, landsskjalavørður, Kristoffur Thomassen, fyrrverandi løgtingsskrivstovustjóri og Pól á Kletti, blaðmaður.

­ Nevndin mælir til at gera broytingar, men tá álitið er eitt innanhýsis arbeiðsskjal hjá formansskapinum í løgtinginum, fari eg ikki at almannakunngera, hvat nevndin mælir til. Eg fari at taka málið upp á fundi í formansskapinum fríggjadagin, og í samráð við tey fari eg at gera av, hvussu ólavsøkuskrúðgongan skal vera, sigur Jógvan Ing vard Olsen, sum ikki er vísur í, at broytingar fara at verða gjørdar