Mæla til at koppseta 12-15 ára gomul

Danska heilsustýrið mælir nú til, at 12-15 ára gomul eiga at fáa bjóðað koppseting. Tað verður helst gjørt í september

Olafur Steinar Gestsson/Ritzau Scanpix

Børn í aldrinum 12-15 ára eiga at fáa møguleika fyri at verða koppsett ímóti covid-19.

 

Tað sigur stjórin í danska heilsustýrinum, Søren Brostøm, í dag á tíðindafundi í Eigtveds Pakkhúsi í Keypmannahavn.

 

Tað verður helst gjørt í september, sigur hann.

 

Evropiska Heilivágsstovnurin EMA góðkendi í mai, at koppingarevnið frá Pfizer/BioNTech kann brúkast til børn frá 12 ára aldri og uppeftir.

 

/ritzau/

 

 

 

 

 

Olafur Steinar Gestsson/Ritzau Scanpix