Mælir staðiliga frá at selja bensin í dunkum

Í sambandi við, at oljufeløgini í Føroyum taka blýfría bensinið av marknaðinum, hava tey nevnt møguleikan at selja bensin í 20 liturs dunkum. Men tað mugu tey ikki gera, sigur sløkkiliðsleiðari

 

– Nei tí mæla vit staðiliga frá, sigur Heini Østerø, sløkkiliðsleiðari í Havn, tá vit spyrja hann, hvat hann heldur um, at oljufeløgini umhugsa at selja blýfrítt bensin í 20 liturs dunkum.

Í Føroyum eru skrásett 892 ellisakfør, sum øll mugu brúka tað gamla blýfría bensini saman við blýggjískoyti, sum verður blandað uppí. Umframt tað eru eisini aðrir bilar, sum er um 20 ára aldur og eldri, sum ikki kunnu brúka nýggja bensinið.

Heini Østerø vísir á, at tað sambært kunngerðn um flutning av brennievni ikki er loyvt flyta størri nøgdir av bensini. Hann helt seg minnast, at kunngerðin segði, at tað er ikki loyvt at selja bensin í størri nøgdum enn í fimm liturs dunkum.

Um 800 eigarar av ellisakførum skulu hava hvør sín 20 liturs bensindunk standandi í garasjuni ella í fýrrúminum, ser er tað sera vandamikið, sigur Heini Østerø, tí bensin er sera vandamikið at goyma, og í so stórum nøgdum er tað sum bumbur.