– Eg havi í mong á spælt mær við tankan at gerast seturskúlasamskipari. Tað sigur Jákup av Skarði, nevndarlimur Føroya Lærarafelag, í grein í Skúlablaðnum.
Hann vísir á, at í Føroyum hevði borið til at latið skúlar ella skúlaøki funnið sína »nichu« og síðan at samskipað hetta í eini seturskúlasamskipan.
– Eg hugsi mær, at skipanin kundi verið bygd upp við einum samskipara, ið lærarar kundu vent sær til, tá ið ætlanin var at fara á seturskúla, sigur hann.
Samskiparin tekur móti fyrispurningi og vísir til tað økið, ið hóskar best ætlanunum. Fyrimunurin við hesum er, at læraranum ikki tørvar at »uppfinna djúpa borðiskin«, men bert at leggja fram ynski um seturskúla-innihald.
Samskiparin vísir síðan á ferðamøguleikar, gistingarmøguleikar og møguligan undirvísara – og eina undirvísingargongd. Tá verður uppgávan hjá læraranum bert at møta stundisliga og saman við næmingunum at njóta avbjóðingarnar lagdar verða.
– Mær hevði dámt væl, um slík seturskúlasamskipan hevði við sær, at føroysku næmingarnir lærdu seg at kenna flest allar oyggjar í Føroyum – samstundis sum ymsu økini kundu funnið sínar sterku síður, skrivar Jákup av Skarði.
Hann vísir á, at mangt verður prátað um hetta, at skúlaflokkar ferðast uttanlands og í hvønn mun foreldur gjalda fyri ferðir, ið ynskiligt var at foreldur og børn ferðaðust, heldur enn næmingar og lærarar.
– Eg hugsi mær, at ein føroysk seturskúlasamskipan kundi havt við sær, at næmingar komu til ymsar oyggjar, ið annars ikki vóru vitjaðar – samstundis sum foreldur høvdu fíggjarligar møguleikar at fara uttanlands av og á. Tá ið hendan seturskúlasamskipanin er farin at virka, er eftirmett og endurskoðað, er næsta stigið sjálvsagt at bjóða Føroyar fram sum norðurlendst seturskúlatilboð – og kanska enntá at selja møguleikan út um Norðurlond, skrivar Jákup av Skarði.
Hann heldur, at um Mentamálaráðið sær møguleikan í eini seturskúlasamskipan, hugsar hann sær, at tað ber til at seta ein lærara í starv at greina nakrar møguleikar, fyri síðan at finna fram einar fimm lærarar afturat, í ymsum økjum í Føroyum.
– Fyrimunir høvdu eisini verið, at kommunur og Mentamálaráð samstarvaðu við tí fyri eygað at skipa lokkandi tilboð í ymsu økjunum – fyrst fyri føroysku næmingarnar, síðani teir norðurlendsku og hareftir longri út í heim.
– Síðuvinningarnir í hesi skipan kunnu verða: At kommunur spenna seg út at finna sína »nichu«. At næmingar læra at kenna Føroyar og ymsar møguleikar í landi okkara. At næmingar og lærarar læra at síggja møguleikar í egnum øki og øllum Føroyum – og at vit í Føroyum læra okkum at lýsa land okkara uttanlands, skrivar Jákup av Skarði í Skúlablaðnum.