Maersk Air satsar føroyskt. Síðstu tíðina hava vit sæð fleiri dømi um, at felagið ger stuðulsavtalur við føroysk ítróttarfeløg, og herfyri læt Maersk Air eina ferðaskrivstovu upp í Havn.
Í føroyskum loftrúmi gongur eftir øllum at døma væl hjá felagnum, sum A.P. Møller eigur, men tað er ikki myndin, sum verður teknað uttanlands.
Danska flogfelagið hevur mist eina milliard krónur upp á minni enn trý ár, skrivar danska blaðið Børsen. Hetta hevur gjørt, at eigarin fyri fyrstu ferð síðan Maersk Air varð stovnað í 1970 hevur verið noyddur at fara í egnum lumma fyri at seta 300 milliónir krónur í felagið.
Fyri tveimum og einum hálvum árum síðan var eginkapitalurin hjá Maersk Air 1,2 milliardir krónur. Nýggjar roknskapargrundreglur hava kostað 275 milliónir krónur. Restin, ein lítil milliard, hevur kreppan í altjóða flogvinnuni etið upp, samstundis sum felagið hevur havt eina veika støðu í norðurevropisku ferðavinnuni.
Við ársenda í 2002 var eginkapitalurin 464 milliónir krónur, men tann peningurin er mistur við søluni av bretska dótturfelagnum Maersk Air UK, sambært upplýsingum hjá Børsen, saman við jøvnum undirskoti í Maersk Air við støð í Billund og Keypmannahavn.
Vánaliga úrslitið hevur longu fingið avleiðingar. Í maj í ár mistu 120 flogternur og 40 pilotar starv hjá Maersk Air.