Nýggja søluherferðin hjá Maersk Air fer nú eisini at síggjast aftur í litunum á nýggju flogførunum. Ljósablái liturin verður í stóran mun skiftur út við hvítt og myrkablátt.
Tað er i samband við nýggja átakið hjá Maersk Air, at hendan broytingin veðru gjørd, sigur Per Brinch, kunningarstjóri hjá Maersk Air. Nógv verður gjørt burtur úr at lýsa rutur og slíkt, og tí verður eisini mett, at eygað skal hava sítt, sigur hann.
Nýggja konseptið umfatar rutur suður í Europa, og ikki Føroyarutuna. Tí verða tað í fyrsta umfari bert tey nýggju Boeing 737-700 flogførini, sum flúgva á heusm rutunum supureftir, sum verða málað við nýggju litunum.
Flogførini, sum flúgva til Føroya, eru av slagnum Boeing 737-500 og verða ikki málað í fyrsta umfari, sigur Per Brinch.
Hann sigur, eyðkenda stjørnan í búmerkinum hjá A.P. Møller sjálvandi verður at síggja á flogførunum eisini eftir, at tey hava skift lit.
Fyrsta flogfarið við nýggju litunum varð sýnt fram í Kastrup mikumorgunin.