Maersk og SAS í tætt samstarv

28. mars 1999, tá ið summarflúgvingin byrjar, kemur ein nýggjur samstarvssáttmáli ímillum tey bæði flogfeløgini Maersk og SAS í gildi. Hesin sáttmáli inniber millum annað, at feløgini fara at samstarva viðvíkjandi ferðaselasølu. Eisini inniber sáttmálin eina bonusskipan, ið m.a. ger tað møguligt at vinna sær stig, ið kunnu nýtast á øllum SAS rutum, á øllum flogferðum hjá Maersk.

Bonusskipanin er eisini ein fyrimunur fyri tey, ið flúgva á føroyarutuni hjá Maersk. Hesi fáa eftir 28. mars 1999 eitt ávíst tal av stigum, hvørja ferð tey flúgva. Tá ið tey hava fingið eitt nóg mikið av stigum, so kunnu tey nýta stigini til at fáa eina ókeypis ferð á einari Maersk- ella einari SAS rutu.