Hann er føddur sama ár sum Dansifelagið í Havn varð sett á stovn, Norðurlandaráðið varð stovnað, og tað var sama árið, sum Ford Taunus 12 og Taunus 12M við 1,2 liturs motori komu á marknaðin.
Hvørt Maggi hevur áhuga fyri Dansifelagnum í Havn ella um Norðurlandaráðið var stovnað, tað skal eg lata vera ósagt, men at nakrir bilar vóru gjørdir tá, tað veit eg at hann hevur áhuga fyri.
Tað varð bara ein Maggi føddur fyri 60 árum síðan, men tað komu nógvir Ford Taunus 12 og Taunus 12M við 1,2 liturs motori. Men nú 60 ár eru liðin, kann staðfestast, at bilarnir eru upprustaðir og burturbeindir av elli, næstan allir, men Maggi, ja hann skrivar framvegis um somu bilar.
Sjálvur er undirritaði væl yngri enn Maggi, og hóast eg ikki havi tosað við Maggi um hetta fyrr, so kann eg siga tað her, at Maggi var ein fyrimynd hjá okkum yngru, sum høvdu áhuga fyri bilum.
Tá man tosaði um bilar norðuri í Klaksvík, ja so tosaðu vit ofta um Maggi í Havn, sum hevði tann og tann flotta bilin. Jú, Maggi, nú arbeiði eg saman við eini fyrimynd, sum vit høvdu, tá ið eg var ungur.
Tað kom meir enn so fyri, at Eiler Rasmussen, fotografurin í Klaksvík, fekk eina vitjan, so filmur og blitzterningar blivu keypt, áðrenn man fór við Pride til Havnar, tí nú ráddi um at fáa myndir av bilinum hjá Maggi, um so var, at vit møttu honum í havnargøtum.
Komin aftur til Klaksvíkar var bein leið sett niðan til Eiler at fáa hann at framkalla myndirnar. Ikki eru so fáir bilar í Klaksvík lakkeraðir eftir ‘spiónmyndum’ av bilunum hjá Maggi. Onkur øðrvísi ‘havnarstrípa’ bleiv eisini sett á, tí Maggi’sa bilur eisini hevði slíka.
Góði Maggi, tað var tann tíð, tá ið bilar fyltu alt í okkara dreingjahøvdi, men tað kanst tú ikki siga, tí fyri títt viðkomandi var tað ikki bara tá! Framvegis fyllir bilurin títt høvd, ja so nógv, at fólk frá fjar og nær ringja og spyrja teg um ymiskar finessir á ymsum bilum, sum eru elligamlir og langt síðani er gloymdir millum manna.
Tað stuttliga við hesum er, at tú kanst siga teimum sum ringja, uppá ár og dato, nær bilarnir høvdu hornablinkljós, avlong høvuðsljós, spegl á instrumentborðinum og hvør átti hvønn bil í 50’, 60’ og 70’unum. Tað eru ikki nógvir, sum kunnu tað, sum tú kanst.
Eg hoyrdi ein starvsfelaga siga, at tað fór ikki eitt kvøld, leygardagur ella frídagur framvið, har grannar ikki hoyrdi bukan, bankan og slípan úr garasjuni í Dalatúni, har tú vaks upp. Eg kann bara ímynda mær, hvussu tað hevur kenst hjá yngri havnadreingjum, at bil-Maggi búði í Havn. Eg kann – uttan at eg veit tað – ímynda mær, at havnardreingirnir gingu niðan at lúra ígjøgnum vindeyguni í garasjuni í Dalatúni, har tú, sum skilst, hevur fingist nógv við bilar. Dreingirnir hava fylgt gongdini, tá ið bilarnir hava skift ham ...
Eg veit, at Maggi enn droymir um ta tíðina, tá ið hann fekk loyvi at ‘spæla’ við bilar og so koyra ígjøgnum Havnina at vísa fram verkið, sum hann hevði lagt alla sálina í. Men tíðir broytast og Maggi er ikki sørt broyttur við tíðini. Alt er ikki bara bilar. Vit minnast øll Maggi, sum fór heim at vera húsfaðir. Hetta var í trongu árunum fyrst í nítiárunum. Tey høvdu fýra børn, og Maggi tók á seg uppgávuna at passa børnini og halda hús og heim. Tá hevur neyvan verið stundir at hugsa um bilar, tí menn klára bara ein uppgávu í senn, siga klók fólk.
Havnarmaðurin Maggi er sonur Jenny og Eigil Gunnarsson, sum bæði eru farin foldum frá. Hann er giftur Birgitte. Tey eiga fýra børn og búgva í Gæsugøtu í Havn. Beint eftir at teir tiltiknu Mazda-bilarnir kom til Føroya, fór Maggi at læra til bilmekanikara hjá Johs. Berg umleið 1968. Eftir tíðina hjá Johs. Berg starvaðist hann hjá Hanseman Gaard, sum seldi Citroën bilar. Í nøkur ár arbeiddi hann á bugluverkstaðnum hjá Carlo Petersen og seinni hjá Super Dekk Service hjá Sámali Bláhamar. Har var hann í fleiri ár, til hann fór at koyra buss. Seinni fór hann á Posthúsið, og starvast hann sum bilførari hjá Postverkinum.
Sum tað sæst so velur Maggi bara arbeiðspláss, sum hava okkurt við bilar at gera, og soleiðis er eisini her í Miðlahúsinum. Bilar og aftur bilar hevur verið hansara allanvegin í gjøgnum. Her í Miðlahúsinum hevur hann skrivað síðu upp og síðu niður um bilar, og í fleir førum hevur hann eisini vitjað stóru bilframsýningarnar úti í verð.
Maggi er spakførur maður og dugir væl at umstilla seg, tá ið tað krevst. Í hesum sparitíðum hevur leiðslan í Miðlahúsinum gjørt nógvar tillagingar, so at fólk hava verið noydd at laga seg til broyttu umstøðurnar. Maggi tók hesar broytingar sum eina avbjóðing og er nú vorðin bilummælari og sølumaður av blaðlýsingum. Tá Miðlahúsið keypti Rás2, var einki meira nátúrligt, enn at vit fóru at gera eitt bilradio, sum Maggi beinanvegin bjóðaði seg fram at standa fyri.
Hevur tú givið Maggi ein uppgávu, so verður hon avgreidd til fulnar. Persónliga havi eg starvast saman við Maggi í 6 ár, og tað eru lærurík ár fyri meg, tí Maggi er avhildin, skemtingasamur, veit nógv og ikki minst, so er hann ein ómetaliga fittur starvsfelagi í Miðlahúsinum.
Góði Maggi: Til lukku við 60 ára degnum!
-------
Heilsan
Birgir W Høgnesen