Magic Night í Løkshøll

Ásbjørn Berthelsen, gyklari, hevur í 15 ár undirhildið fyri børnum og familjum. Nú heldur hann, at tíðin er komin at royna okkurt annað.

Magic Night, sum verður í Løkshøll í Runavík fríggjakvøldið hin 21. oktober klokkan 21, er eitt gyklashow fyri vaksin.

- Her verður gyklað við kortum, myntum, árum, hosum, knívum og mongum øðrum. Vit fara at síggja heimsins elstu "tricks" og nøkur spildurnýggj, og vit fáa eisini søguna um, hvat Ásbjørn Berthelsen gjørdi, tá hann bleiv biðin um at gykla fyri stórari fjøld - uttan nakra gyklaútgerð.

Tað siga tey, sum standa aftan fyri mentanarvikuna, sum nú verður í Runavíkarøkinum teir næstu dagarnar.

Saman við Ásbirni verður eisini ein DJ, sum fer at seta dám á við tónleiki.

- Kom og uppliv gott undirhald í Løkshøll - og sjáldan hevur tað verið so stuttligt at verið lumpaður, siga fyrireikararnir.

Atgongumerki á 120 krónur fáast við dyrnar, tá Magic Night verður í Løkshøll fríggjakvøldið hin 21. oktober klokkan 21.